01. juni 2023

Økt virksemi í Føroyum orsakað av krígnum í Ukraina - nei takk!

​Landsstýrið vil minka virksemið hjá russiskum fiskiskipum í føroyskum havnum.

Ætlanin er at seta umfatandi avmarkingar í verk fyri atgongdina hjá russiskum fiskiskipum til føroyskar havnir. Havnirnar verða stongdar fyri øllum virksemi, sum er uttanfyri fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland.
Tað vil siga, at umleið 70 prosent av russiska virkseminum í føroyskum havnum verður avmarkað.
Hesi umfatandi tiltøk fyribyrgja samstundis, at russiska virksemið í Føroyum vaksur uppaftur meira. Seinastu tíðina hava okkara grannalond sett tiltøk í verk móti Russlandi. Ein avleiðing av tí er, at fleiri og fleiri russisk fiskiskip kunnu fara at brúka føroyskar havnir í staðin – tað er ikki ein ynskilig støða, heldur landsstýrið, og eisini tí verða hesi umfatandi tiltøk sett í verk.
Landsstýrið ætlar eisini, at tænastur, ið russisk fiskiskip kunnu fáa í Føroyum, verða avmarkaðar. Tað verður sum útgangsstøði ikki longur møguligt hjá russum at umvæla skip og fáa skipasmiðjutænastur í Føroyum.
Harumframt vil Landsstýrið, at Føroyar skulu hjálpa at byggja Ukraina uppaftur. Tí verða í minsta lagi 10 milliónir latnar til Ukraina komandi ár.
Hesi átøkini taka støði í greiningunum, sum landsstýrið seinastu tíðina hevur gjørt.
Avgerð um fiskivinnusamstarvið verður tikin í heyst.