03. august 2023

"Okur mugu aldrin gerast privilegiublind"

Eftir at hava hoyrt løgmansrøðuna á ólavsøku mann eingin ivi vera um, hvat okkara løgmaður hevur fremst í huga: javnvágina í samfelagnum, javnvágina í gerandisdegnum, javnvágina í búskapinum.

Frú forkvinna, 


Fyrr í summar var jeg á vitjan á einum flakavirki í Suðuroynni. Har vitjaði je eini hjún, sum bæði starvast á virkinum – endamálið var at fáa eitt betri innlit í teirra gerandisdag. Mamma mín starvaðist ein stóran part av hennara arbeiðslívi á flakavirki, so tað er ikki tí, at hetta er ein ókendur heimur fyri meg, men hóast tað, so haldi eg, at tað er umráðandi at samrøða við fólkið, sum vit virka fyri. 


Hvat kunnu vit fólkavaldu gera fyri at betra um korini hjá fólkum, sum eitt nú arbeiða í tímaløntum størvum, har inntøkan svingar mánaða fyri mánaða og har rættindini als ikki eru at samanbera við tey, vit, sum sita her í dag, hava?

Hvat kann eg, sum havi fingið álit frá føroya fólki at vera umboð á løgtingi, gera fyri at geva fólkinum í Føroyum ein betri gerandisdag og ein gerandisdag við meira javnvág? Hendan spurningin seti eg, sum politikari, mær sjálvari regluliga. Og eg eri fegin um at vera partur av einum flokki, har júst hesin spurningurin er snúningsdepil. 
 

Eftir at hava hoyrt løgmansrøðuna á ólavsøku mann eingin ivi vera um, hvat okkara løgmaður hevur fremst í huga: javnvágina í samfelagnum, javnvágina í gerandisdegnum, javnvágina í búskapinum. Eg vil takka løgmanni okkara fyri eina sera góða røðu, sum væl stingur út í kortið, hvørjum samfelag vit arbeiða fyri – hvørjum samfelagi nú, eftir stjórarskifti, vit nærkast; einum javnari samfelag. 

 

Eg ætli í dag at nevna eitt fyribrigdi, sum kallast ”at vera privilegiublindur. ”Hetta er nakað, vit øll, kanska serliga okur politikarar, mugu ansa eftir. At vera privilegiublindur er at hava manglandi tilvit um síni rættindi. Skjótt er hjá okkum, sum eru frísk, hava ráð til dagligt breyð og hjá okkum, sum hava tak yvir høvdið, at gloyma, hvussu heppin vit eru. Tí tað eru fólk í Føroyum, sum stríðast við at fáa endarnar at røkka saman – og sum ikki hava tak yvir høvdið. 

Tá vit gerast privilegiublind, er altso skjótt, at vit gloyma hesi fólkini. Tað mugu vit, sum skipa hetta samfelagið, aldrin blíva. Gloyma vit politikarar okkara veikastu, hvørji eru vit so? Hvat nyttar tað hjá okkum 33 at sita her á stólum, sum kosta meira enn ein mánaðarløn hjá einum starvsfólki á flakavirki. Her sita vit væl. Mett, heit og vælhvíld eftir summarfrítíð. Meðan fólk kring landið sum starvast á eitt nú flakavirki, ikki hava havt ráð at fara í summarferiu? Tí hetta, høga ting, hetta er altso eisini veruleikin í Føroyum. Hjúnini, sum eg í summar vitjaði á flakavirkinum, høvdu ikki ráð at halda feriu í ár. Hetta eru altso starvsfólk, skulu vit minnast, sum starvast í størstu og ríkastu vinnuni, vit hava í Føroyum. Í eini vinnu, har milliónirnar floyma inn. Er hetta rætt? Er hetta rættvíst? 

Vit, sum sita her í dag, mugu krevja, at hesar vinnur taka sær væl av sínum starvsfólkum – teimum starvsfólkum, sum hvønn dag fara til arbeiðis og arbeiða hart fyri, at hendan vinnan yvirhøvur kann eksistera. Vit mugu eisini syrgja fyri, at hesar vinnur rinda eina rímiliga upphædd til felagskassan, tí tað er tørvur á pengum í felagskassanum, skulu vit tryggja vælferðini í samfelagnum. Og tað skulu vit – tað vilja vit í Javnaðarflokkinum og í samgonguni, og tað mann eingin ivi vera um tað, eftir at vit øll hava hoyrt løgmanrøðuna á ólavsøku. Tað haldi eg, at alt samfelagið kann gleðast um.

 

Vit taka eisini at stig rætta vegin fyri at rætta ójavnvágina, sum myndar lønarlagið. Tey lægstløntu, sokallaðu kvinnustørvini, tey, sum starvast á eldra-, dagstovna- og almannaøkinum, fáa eitt væl uppiborðið lønarlyft. Vónandi fer hetta saman við øðrum tiltøkum at draga fleiri starvsfólk til umsorganarøkini, sum eru grundarsteinurin undir okkara vælferðarsamfelag. Og so eitt hjartasuff; latið okkum vísa hesum starvsbólkum virðing við at seta okun inn í røttu starvsheitini. Námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Eg havi áður gjørt vart við, hvussu týdningarmikið tað er, at vit vísa virðing fyri teimum, sum taka eina útbúgving og at tað hevur týdning, at vit hava vælútbúgvin starvsfólk at taka sær av teim veikastu í okara samfelag. EINKI eitur heilshjálpari ella heilsurøktari uttan útbúgving!  

 

Tað tekur altso 15 mánaðir at læra til heilsushjálpara og 22 mánaðir avtrat – tvs. 37 mánaðir tilsamans – at læra til heilsurøktara. Eingin hevði funnið uppá at sagt sjúkrarøktarfrøðingur ella lærari við ella uttan útbúgving. Vit kunnu byrja við okkum sjálvum at tosa vælferðarøkini upp við at seta okkum inn í og brúka røttu starvsheitini hjá starvsfólkunum. 

 

Í dag vísir kalendarin august. Sjey mánaðir av árinum eru farnir afturum. Fimm eru eftir. Hetta er eitt gott høvið hjá okkum menniskjum at steðga á eina løtu og dvølja við spurninginum um, hvørt okur eru á røttu leið. Um vit hava rokkið teimum málum og lyftum, vit í januar í ár setti okkum fyri árið. Sanniliga er tað eisini eitt gott høvi hjá okkum politikarum at dvølja við  spurningin, og tað gera vit eisini í viðgerðini av løgmansrøðuni í dag. Eg haldi so sanniliga, at vit kunnu staðfesta, at vit eru á røttu kós sum samfelag. At vit í samgonguni halda tey mál og lyfti, vit í januar settu okkum fyri hetta árið og hetta samgonguskeiðið. Við støðugum og góðum politiskum arbeiði, djørvum og stundum ópopulerum avgerðum, nærkast vit einum javnari samfelag. 

Takk fyri tað, tit øll og takk fyri, at tú leiðir hesum arbeiði so væl, løgmaður.