Aksel V. Johannesen
Lesarabræv24. februar 2022
Aksel V. Johannesen

Russland skal fordømast

Vegna Javnaðarflokkin vil eg hervið boða frá, at flokkurin fordømir krígsgerðirnar hjá Russlandi og fer á ongan hátt at góðtaka hetta. Hetta skal fáa avleiðingar fyri Russland beinanvegin.

Føroyar hava handilsligt samstarv við Russland, men politikkur er meira enn bara handil. Tað snýr seg um demokratisk virði. Um moral. Um mannarættindi.

Sum eitt demokratiskt land kunnu vit ikki liva við, at ukrainsk børn vakna í ótta fyri gerandisdegnum. Vit kunnu ikki liva við, at sakleys fólk verða partur av einum kríggi, sum Putin sjálvur hevur skapt.

Eitt kríggj í Evropa hevur stórar avleiðingar fyri øll. Eisini Føroyar. Vit eru ein partur av heimssamfelagnum – og vit skulu gera okkara part. Handil kann økja um vælferð, men uttan okkara rættindi, frælsi og samhaldsfesti eru vit fátæk.
 
Sannlíkt er, at framtíðin er óviss. Vit eiga at taka eina avgerð út frá okkara demokratisku virðum – ikki peningaligu virðum.
 
Latið okkum standa saman um hetta. Landsstýrið og Løgting. Vinnulív og borgarar. Tú og eg.
 
Hetta er ikki løtan til split – nú standa vit saman.