Djóni N. Joensen
Lesarabræv17. mars 2022
Djóni N. Joensen

Skulu børn nú vera námsfrøðingar?

Á tiltaki herfyri segði formaðurin í Pedagogfelagnum, at starvsfólkatrotið er so stórt, at 16 ára gomul arbeiða á dagstovnum.

Neyðin er stór á dagstovnunum, og eg lasti ikki leiðarar fyri at taka ung fólk inn, tá trotið er so stórt. Men tað er ein vandakós, um hetta heldur fram. Hvat kunnu vit vænta, um trupulleikin verður størri? 15 ára gomul? 14 ára gomul? Tað kann ikki góðtakast. Børn kunnu ikki avloysa námsfrøðiligu servitanina. 

Samstundis hoyrdi eg løgmann siga í Breddanum í morgun, at tað var neyðugt at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Men tað hevur hann ikki raðfest higartil. Hvørki í 2019, 2020, 2021 ella í 2022. 

Støðan er álvarslig, og tá broyta tóm orð lítið. Vildi ynskt, at orðini hjá løgmanni verða broyttar til gerðir, og fleiri verða tikin inn til útbúgvingina í námsfrøði.