11. januar 2024

Veljarakanning: Hava vent gongdini

Nýggj veljarakanning gevur Javnaðarflokkinum eina munandi framgongd í mun til veljarakanningarnar í vetur. – Hetta ber boð um, at vit eru á rættari leið, sigur Aksel V. Johannesen, formaður.

Nýggj veljarakanning, sum Sosialurin kunngerð í kvøld, gevur Javnaðarflokkinum 21,8 prosent og sjey tingfólk. Talan er um eina framgongd á 3,6 prosentstig síðani veljarakanning í november.

- Sum eg segði við Kringvarpið fyri jól, so snúið tað seg fyrst og fremst um at steðga afturgongdini, og síðani at byggja uppá spakuliga. Tað hevur eydnast, haldi eg, sigur Aksel og leggur aftrat:

- Vit vóru gjøgnum eitt buldrasligt heyst, tá vit tóku nakrar neyðugar, men eisini umstríddar, avgerðir. Vit tóku mál upp, sum hava ligið óloyst alt ov leingi, tí tey vóru trupul. 

- Eg standi við hesar avgerðir. Tí tær eru við til at leggja lunnar undir politikkinum hjá okkum um at gera gerandisdagin lættari hjá eitt nú barnafamiljum. Fólkavøksturin er hæsaður av, og skulu vit framhaldandi menna okkara samfelag, mugu vit gera íløgur í føroyska ungdómin.     

Vit hava lagt fram uppskot um at fáa fleiri og bíligari bústaðir kring landið, og í vár verður barsilsútgjaldið hækkað.  Somuleiðis fara fólk komandi tíðina at merkja skattalættan og ikki minst, at lovaða lønarlyftið til umsorganarøkið er framt.