POLITISKUR VALFUNDUR á Skúlatrøð

14. august 2019
20.00 //

Valfundur har øll valevnini, sum eru uppstillað í Norðoyggjum, sleppa framat at greiða veljarunum frá sínum boðskapi.

Øll valevni, sum eru uppstillað í Norðoyggjum fáa høvi og nakrar minuttir at siga teirra hjartans meining, nú løgtingsvalið stundar til, og í skrivandi stund eru trý fólkafloksvalevni, tvey sambandsvalevni, fýra javnaðarvalevni, tvey sjálvstýrisvalevni, trý tjóðveldisvalevni og eitt miðfloksvalevni til dystin fús. Valevni úr Norðoyggjum eru skilmarkað soleiðis, at tey eru uppstillað av valfeløgum í Norðoyggjum.

Áhoyrarar kunnu seta spurningar til valevnini bæði munnliga og skrivliga.

Jóhann Lützen, samfelagsfrøðingur og stjóri á Norðlýsinum, verður orðstýrari.