Landsstevna 2024

18. mai 2024
9:00-17:00 // Keldan í Skálavík

Leygardagin 18. mai verður landsstevna Javnaðarfloksins. Vertur fyri landsstevnuna í ár er Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag. Avgerð er tikin um, at landsstevnan í ár verður hildin í Kelduni í Skálavík leygardagin 18. mai.

Skráin verður sambært viðtøkum floksins. 

Uppskot um lógarbroytingar ella ískoyti til lógina, sum feløg, limir, floksleiðsla ella undirnevndir vilja hava til viðgerðar á landsstevnuni, skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin 18. mars 2024. Uppskotini skulu sendast skrivstovuni á: 

javnadarflokkurin@logting.fo 

 

Eftir landsstevnuna verður veitsla. Tilmelding til veitsluna krevst. Kostnaður: kr. 250,- (SU limir og pensjónistar kr. 150,-) at flyta á konto nr. 9181-150.794.1 í Betri Banka.
Tilmelding til landsfundarveitsluna í seinasta lagi týsdagin 14. mai 2024: javnadarflokkurin@logting.fo ella við at ringja/skriva á tel. 202202 í dagtímunum.

 

Nærri kunning og skrá kemur seinni.