Pallborðsfundur um hægri útbúgving

15. august 2019
19.00 // Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.

Fróðskaparsetrið er týdningarmikið sum vitanarmiðdepil í Føroyum. Tað er her, vit skapa gransking, sum er viðkomandi fyri okkara samfelag, og tað er her, vit útbúgva ein stóran part av okkara arbeiðsmegi. Tey lesandi velja Føroyar, og fleiri enn nakrantíð velja at lesa her. Men hvussu raðfesta vit útbúgving, og hvussu skulu útbúgvingartilboðini skipast? Hvat ynskja vit eitt nú viðvíkjandi campus og lestraríbúðum?

Kom og hoyr, hvat komandi politikkararnir hava at siga til pallborðsfund, sum Meginfelag Føroyskra Studenta og Ráð Teirra Lesandi skipa fyri.
Pallborðsfundurin verður 15. august kl. 19 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.

Yvirskipaða evnið fyri pallborðsfundin er raðfesting og menning av hægru útbúgvingunum í Føroyum. Orðstýrari verður Rebekka Manuela Behrens. Kjakið er skipað í trimum pørtum:

1. Hvussu skulu útbúgvingartilboðini á hægru útbúgvingunum skipast? Herundir, um tað er uppgávan hjá Setrinum at skipa útbúgvingar eftir, hvør tørvurin er á arbeiðsmarknaðinum.
2. Hvussu skal Setrið mennast? Herundir spurningar um kampus, trivna, og hvussu Setrið kann fyribyrgja fráfalli.
3. Hvørja ábyrgd hevur samfelagið at rekrtuttera nýggja arbeiðsmegi? Og hvør er ábyrgdin hjá samfelagnum í samband við at byggja lestraríbúðir?

Allir flokkar eru bodnir at luttaka við einum umboði úr móðurflokkinum og einum úr ungmannafelagnum. Tey luttakandi eru:

Annika Olsen, Fólkaflokkurin og Beinir Johannesen, Huxa

Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin og Anna Falkenberg, Ungmannafelagið Samband

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin og Ingilín D. Strøm, Sosialistisk Ung

Sjálvstýri

Uni Árting, Tjóðveldi og Hervør Pálsdóttir, Unga Tjóðveldi

Hanna Jensen, Framsókn og Jógvan Fríði Tróndarson, Framsøkin Ung

Steffan K. Petersen, Miðflokkurin og Jóna Nicolajsen, Ung Fyri Miðflokkin

Tiltakið er ókeypis og er ætlað øllum áhugaðum. Vit gleða okkum til eitt gott og konstruktivt kjak um raðfesting og menning av hægru útbúgvingunum í Føroyum :)