07. mars 2024

Gylta pensjónsskipanin hjá tingfólkum verður søga

Í dag er uppskot lagt fram í løgtinginum um at avtaka lukrativu pensjónsskipanina hjá tingfólki. Og lønin hjá tingfólkunum verður IKKI hækkað, sum arbeiðsbólkurin annars mælti til.

Tingfólk koma í framtíðini at fáa pensjón á sama hátt sum allir aðrir føroyingar. 

Samstundis verður pensjónsaldurin hjá løgtingsfólki broyttur, so hann verður tann sami sum hjá øllum øðrum føroyingum. Í dag kunnu løgtingsfólk í ávísum førum fara frá, tá tey gerast 60 ár.

At tingfólk nú missa rættin til tænastumannaeftirløn er ein risastór sparing fyri landskassan.   

- Skulu vit gera nakað við haldførið hjá landskassanum – og tað skulu vit – so eiga vit politikkarar sjálvsagt at byrja við okkum sjálvum. Og skulu vit yvirhøvur tosa um, at hækkað pensjónsaldurin, so er fyrsta fortreyt, at vit politikkarar hava sama pensjónsaldur, sum øll onnur á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins.  

Lat onga iva vera um, at tað verða 9 javnaðaratkvøður fyri uppskotinum um at avtaka lukrativu pensjónsskipanina hjá tingfólki.