17. apríl 2024

Ingilín: Fimm vindmyllulundir í fimm ár

Skulu vit náa á mál við orkuskiftinum, mugu vit byggja framleiðsluna av varandi orku munandi út tey næstu árini. Fimm vindmyllulundir skulu bjóðast út um landið næstu fimm árini. Tað ætlar Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.

Útbyggingarætlanin er ein semja millum SEV, Kommunufelagið og landsstýrið.

Landsstýriskvinnan fegnast um frágreiðingina, sum slóðar fyri, at útbyggingararbeiðið kann skipast betur og gerast meira støðugt, so at leggjast kann upp fyri framtíðar orkutørvi og orkuskiftinum.

Málið hjá samgonguni er, at í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orkukeldum.

Sambært útbyggingarætlanini skal ein vindmyllulund gerast í Porkeri, ein skal gerast í Klivaløgshaga á Sandi, ein á Glyvrafjalli, ein í Junkarahaga í Kvívík, og tann seinasta verður á Vestfelli í Dali.

Eftir at hava fingið frágreiðingina tók landsstýriskvinnan stig til kunnandi fundir við allar kommunurnar, sum fáa ein leiklut í sambandi við tey tilmæltu útboðini hetta til 2029.

Sí eisini innslag í Degi og viku um ætlanirnar HER