11. apríl 2024

Stór undirtøka fyri broytingunum í barsilsskipanini

Í dag var fyrsta viðgerð av uppskotinum hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um batar í barsilsskipanini.

Myndin er frá kvf.fo

Ætlanin hjá landsstýriskvinnuni er at hækka mánaðarliga hámarkið fyri barsilspeningi úr 25.000 kr. upp í 30.000 kr. Eisini verða umstøðurnar hjá nýútbúnum betri í Barsilsskipanini. Hesir batar í barsilsskipanini verða gjørdir uttan at tað er neyðugt at hækka barsilssgjaldið.

Hóast nógvar broytingar er gjørdar seinastu árini, so er er hægsta útgjaldið úr Barsilsskipanini ikki broytt í nærum 20 ár. Hesi árini er miðalinntøkan hjá føroyskum løntakarum er vaksin nógv.

Nýútbúgvin fáa eisini betri barsil

Í dag er tað soleiðis, at nýútbúgvin, sum gerast foreldur, bert hava møguleika at fáa barsilspening í tann mun, tey hava arbeitt tað seinasta árið. Dømir eru um, at nøkur detta niður í millum skipanirnar, tí tey ikki longur eru í lestrarskipanini og eru ikki rættiliga komin inn á arbeiðsmarknaðin.

Við uppskotinum verða umstøðurnar hjá teimum, ið eru nýútbúgvin betri. Hetta verður gjørt við at lestrarstuðulin eisini verður taldur við í útrokningargrundarlagið, sum barsilspeningurin verður roknaður eftir.

Fleiri broytingar í heyst

Orðaskiftið í Løgtinginum í dag bendir á, at stór undirtøka er fyri uppskotinum hjá Ingilín D. Strøm. Somuleiðis er breið politisk semja um at gera fleiri broytingar í barsilslógini í komandi tingsetu. Tá verða m.a. hesi evni tikin upp: betri sømdir til foreldur at tví- og fleirburum og ov tíðliga føddum børnum, minsta útgjald og fleksibilitetur, tá ið barsilsfarloyvið skal leggjast til rættis.