Tíðindi11. juni 2020

Fólkaflokkurin letur arbeiðspláss fara úr Suðuroynni

Fíggjarmálaráðharrin og formaður fólkafloksins hyggur nú at, meðan arbeiðspláss verða niðurlagað í Suðuroynni. Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spyr enn eina ferð landsstýrismannin, um hann ikki ætlar at bjarga virkseminum í grótbrotinum í Porkeri.

Síðst í mai mánaði í ár hevði Henrik Old ein munnligan fyrispurning í Løgtinginum um virksemið í grótbrotinum í Porkeri. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði, at hann visti onki um, at virksemið í grótbrotinum í Porkeri skuldi avmarkast til lítið og onki. Síðani er niðurlagingin av virkseminum byrjað.

- Longu annan dagin eftir at landsstýrismaðurin svaraði, at hann onki visti, bleiv byrjað at taka niður anleggið á keiini í Porkeri, sum í mong ár hevur verið nýtt í samband við grótflutning úr Suðuroynni, vísir Henrik Old á í viðmerkingunum til grein 52 fyrispurning, sum hann nú hevur sett landsstýrismanninum um sama evnið.

Í frágreiðingini Landsverk - avbjóðingar og átøk, sæst nú at lesa, at virksemið í grótbrotinum skal avviklast til lítið og onki. Hetta sjálvt um útgerð fyri fáum árum síðan bleiv keypt, so at grótbrotið í Porkeri kundi knúsa allan tann skerv og grót, sum brúk er fyri í Føroyum.

- Merkiligt nokk velur mann at niðurlaga virksemið í Porkeri, sjálvt um mann alla tíðina hevur fingið at vita, at góðskan av grótinum í Porkeri er serliga góð og væl egnað til tað mesta, sum er brúk fyri í Føroyum. Tá mann okkurt ár er farin upp um 200.000 tons av innfluttum tilfari úr Noreg, hevði tað verið skilabetri at útvegað hesi mongu tons úr Porkeri, heldur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.