Tíðindi29. januar 2020

SAMAK 2020 - Rættvís umlegging

Í dag møtast leiðslurnar í javnaðarflokkunum og fakfeløgunum í Norðurlondum á árliga SAMAK toppfundinum, sum verður hildin á Marienborg. Evnið í ár er rættvís umlegging.

- Sum javnaðarflokkur vilja vit sjálvsagt basa umhvørviskreppuni, tí tað er umráðandi fyri okkum at tryggja, at børn og abbabørn okkara hava somu møguleikar á jørðini, sum vit hava nú. Men sum javnaðarflokkur minnast vit eisini altíð til at vera grøn OG reyð. Altso at vit í øllum teimum stigum, vit taka á umhvørvisleið, tryggja okkum, at vit fáa øll við, sigur Aksel V. Johannesen.