Javnaðarflokkurin í stuttum

Frælsi, javnrættur & samhaldsfesti

Javnaðarflokkurin er ein sosialdemokratiskur flokkur, ið byggir á tey trý týdningarmiklu grundvirðini frælsi, javnrætt og samhaldsfesti. Javnaðarflokkurin ynskir eitt trygt og rættvíst samfelag og ein rættvísan heim uttan fátækt. Ein heim við friði og umhvørvisligari javnvág grundað á burðardygga menning. Ein heim, har menniskju liva í frælsi og javnstøðu og hava avgerandi ávirkan á síni egnu lívsviðurskifti.

Les meira

Okkara avrik

MVG'frítøkur av gerandisvørum
Hægri barnafrádrátt
Fyritíðarpensjónistar viðbót til fólkapensjón
Hægri endurgjald fyri inntøkumiss ísv ansing av sjúkum barni
Fløskupantskipan
Fráfaringaraldurin tikin av
Berarakanningar fyri ávísar ílegusjúkur
Suðuroyartunnilin projekterast
Kampus - ferð sett á
Hægri lestrarstuðul + 1000 kr um mánaðin 1. august
Kollegium á Eirargarði
Lægri skatt. Árliga, fulla tíð: Arbeiðari 7.500 kr. / miðallønt 13.000 kr. / háglønt 3.000 kr.
Útgjaldið til barsil hækkað 30.000 og fleirburaforeldur fáa 48 vikur barsil aftrat at vera saman um børnini
Munandi lønarlyft til umsorganarstarvsfólk
Gyltu pensjónirnar hjá tingfólki avtiknar
Løn undir útbúgving á heilsuskúlanum
ALS-útgjaldið hækkað og ALS-gjaldið lækka
Bústovnar til fólk við serligum tørvi kring landið
Nýstovnað brekumboð
Hagstovan játtan at menna sosialhagtøl
35 almennir bygningar lagt um til grøna orku
Skattafrítt orkuískoyti
Nýggj elveitingarlóg
Bústaðir/kommunur fingið heimild at byggja almannagagnligt
Heimild til kommunur um bústaðarskyldu ísv nýbygging
Kommunur heimild at áleggja tænastugjald á tóm hús
18 av 25 mál avgreidd í veðurlagspolitikkinum
Málið um gongd í haga er loyst – nýggj ferðavinnulóg
Nýggj náttúruverndarlóg
Nýggjan landbúnaðarpolitikk
Breið semja um tøkugjøld
Fimm nýggir kommunulæknar settir í fast starv og tríggjar viðtalur komnar aftrat kring landið
Seinni í ár hava øll fingið egnan kommunulækna
12 nýggir serlæknar síðani 2023 og fleiri serstarvsfólk
Dialýsutilboð í Suðuroy
Universitetssjúkrahús
Nýtt apotek í Vágum
Heilbrigdi nýggj hølir
Heilsutænastur í nærumhvørvinum
Styttri bíðilistar á øllum sjúkrahúsunum
Húsarhaldsskúli í Klaksvík
Víðkan av Rásini í Saltangará
Útbyggingar Miðnám og Kambsdalur
Tekniski skúli í Klaksvík nýggja aulu
Erasmus+
Vetrarferia í skúlunum
Færri næmingar í hvørjum skúlaflokki
Melda til tíðindabræv og fá regulig tíðindi frá formanninum, har hann greiðir frá, hvørjum flokkurin arbeiðir við.