Orku- og umhvørvispolitikkur

Treytin fyri trivnaði á øllum økjum í landinum er eitt reint umhvørvi, og at virksemi okkara er burðardygt. Tað er okkara skylda sum javnaðarfólk at verja umhvørvið og at ganga á odda fyri burðardygga samhaldsfasta samfelagnum. Hetta eru týdningarmiklir tættir í sosialdemokratisku hugsjónini, sum eiga at ganga aftur í øllum politisku avgerðum floksins.

Ein reyðgrøn loysn

Burðardygd er grundarlagið undir orku- og umhvørvispolitikkinum, og Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at búskapur, sosial viðurskifti og umhvørvið altíð ganga hond í hond. Vit ynskja at skapa arbeiðspláss og vøkstur, men vilja tryggja, at vøksturin er burðardyggur. Tí eiga vit altíð at taka hædd fyri, at vøksturin er treytaður av náttúrutilfeingi okkara og tess førleika at endurnýggja seg. Vit stremba eftir at gerast leys av fossilari orku og umhvørvisoyðandi evnum, samstundis sum vit eggja til at brúka alternativar umhvørvisvinarligar orkumøguleikar. Javnaðarflokkurin hevur eisini sum mál, at gransking innan burðardygd, orku og umhvørvi áhaldandi verður raðfest. Við at virka fyri burðardyggum vøkstri tryggja vit núverandi og komandi ættarliðum somu vælferð.

Burðardygg samfelagsmenning

Burðardygg samfelagsmenning er býtt í tríggjar høvuðssúlur, sum umfata týdningarmestu liðirnar fyri virksemi menniskjans og leiklut okkara í náttúruni. Tað er sosiala súlan, búskaparsúlan og umhvørvissúlan. Hesar súlur skulu í sjálvum sær vera burðardyggar men eisini í mun til hvør aðra.

Sosiala súlan fevnir um øll sosial viðurskifti so sum bústaðir, eldri, almannamál og undirvísing. Á hesum økjum eiga vit altíð at stremba eftir at vera burðardygg í mun til náttúruna.

Búskaparsúlan fevnir um øll fíggjar- og búskaparviðurskifti, sum viðvíkja menniskjum, landi og vinnu. Búskaparsúlan, sosiala súlan og umhvørvissúlan ganga hond í hond. Tí sosialu viðurskiftini skulu fíggjast, og mannagongdin skal vera burðardygg til tess at verja umhvørvið.Umhvørvissúlan er samstundis grundarlagið undir hinum súlunum. Náttúran er umhvørvi, heim og kelda okkara til tilveruna, og tí hava vit skyldu til at varðveita hana. Somuleiðis eiga vit at syrgja fyri, at atburður okkara ikki er oyðandi.

Føroyar í umheiminum

Tað er umráðandi, at vit í Føroyum luttaka í altjóða kjakinum á veðurlagsøkinum, og at vit ganga á odda fyri at verja umhvørvið. Skulu vit yvirliva í heiminum, mugu vit øll taka ábyrgd í nærumhvørvinum til frama fyri allan heimin. Hetta skulu vit eisini gera í Føroyum.
 Umhvørvisverja er eisini ógvuliga avgerandi fyri búskapin. Dálking í havinum er ein stór hóttan móti búskapi okkara, tí dálkingin kann fáa stórar avleiðingar fyri útflutningin. Eisini er tað av stórum týdningini fyri búskapin, at bæði húsarhald og samfelag velja grøna orku heldur enn oljuloysnir, so vit ikki í sama mun verða merkt av sveiggjum í oljuprísunum.

Vit skulu framhaldandi arbeiða saman við grønlendingum, dønum og altjóða samfelagnum um eina burðardygga og trygga menning av arktiska økinum. Vit taka umhvørvið í størsta álvara og seta ítøkilig tiltøk í verk fyri verja tað við eitt nú grønari orku, denti á endurnýtslu og avmarking av dálking frá skipaferðslu.