Útbúgvingarpolitikkur

Javnaðarflokkurin vil tryggja, at neyðug og holl íløga verður gjørd í útbúgving. Vit hava tørv á øllum eginleikum í samfelagnum, og tí skulu góðir møguleikar vera fyri bæði bókligum og handaligum útbúgvingum. Visjónin er, at øll skulu klára seg væl og vera ein partur av felagsskapinum á arbeiðsmarknaðinum.

Útbúgvingarnar, sum vit bjóða í Føroyum, skulu vera á eins høgum støði sum aðrastaðni. Støði, innihald og umstøður, sum vit bjóða, skulu vera kappingarfør við tilboð í grannalondunum.

Vit vilja arbeiða fyri góðsku í undirvísingini. Tað skulu vera eins høg krøv til tey, sum undirvísa í Føroyum, sum í grannalondum okkara, og tað skulu vera nóg nógvir undirvísarar. Fyri at røkka góðari dygd í undirvísingini er neyðugt, at vit raðfesta tær útbúgvingar, sum vit bjóða út í Føroyum.

Fólkaskúlin skal vera fyri øll, og Javnaðarflokkurin vil til eina og hvørja tíð verja tann góða fólkaskúlan. Fólkaskúlin skal brynja børnini og tey ungu til at gagnnýta sínar førleikar í samfelagnum, og menna tey til at verða ein virkin partur av fólkaræðinum. Skúlin skal fakliga og námsfrøðiliga vera á hægsta støði og leggja dent á mentan, mannarættindi og tolsemi. Eitt spennandi umhvørvi er týdningarmikið fyri læringina.

Í Javnaðarflokkinum vilja vit arbeiða fyri, at umstøðurnar fyri útbúgving á øllum stigum eru góðar. Vit eiga at hava góðar fólka- og miðnámsskúlar, góðar handaligar og yrkisútbúgvingar umframt hægri útbúgvingar. Eisini eiga vit at skapa góðar karmar fyri gransking. Vit skulu hava eitt gott lestrarumhvørvi, virðiligar lestrarbústaðir og góðar fíggjarligar umstøður til lesandi. Hesar umstøður eru neyðugar fyri at tað skal verða lokkandi at lesa í Føroyum.