Fiskivinnupolitikkur

Fiskivinnan er høvuðsvinna Føroya, og mál Javnaðarfloksins er, at høvuðsvinnan ber seg og kastar sum mest av sær til samfelagið og teirra, sum virka í vinnuni. Høvuðsvinnan skal rekast eftir eini marknaðargrundaðari skipan, har dentur verður lagdur á burðardygd og at fáa sum mest burturúr - til okkum øll. Javnaðarflokkurin byggir tí fiskivinnupolitikkin á hesar grundsúlur:

  • Lívfrøðilig og búskaparlig atlit
  • Økta virðisøking
  • Skipaða atgongd til nýtslu av fólksins ogn

Broytingar í fiskivinnupolitikkinum eiga at fremjast við varsemi. Váðin í fiskivinnuni er stórur, og henda stórar broytingar ov brádliga, skapar tað óneyðugan ótryggleika millum tey, sum virka í vinnuni og tey, sum skulu gera íløgur í vinnuna.

Ein burðardygg fiskivinna fær mest møguliga virðisøking burtur úr fiskatilfeinginum. Økt kapping í fiskivinnuni er besti háttur at tryggja, at mest møgulig virðisøking fæst burturúr. Vit eiga at virðismeta vitan í fiskivinnuni við at raðfesta gransking, vørumenning og marknaðarføring.