Úr søgu Føroya Javnaðarfloksins

Fyrsta stigið at stovna Javnaðarflokkin varð tikið tann 25. september 1925, tá Socialdemokratisk Forbund i Thorshavn varð sett á stovn á skrivstovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag í Tinganesi. Fyrsti formaður í hesum felag gjørdist slóðarin Maurentius Sofus Viðstein. Felagið skifti seinni navn til Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Bert fáar vikur seinni, 31. oktober, varð so Tvøroyrar Javnaðarfelag, ið stutt eftir broytti navn til Froðbiar sóknar Javnaðarfelag, stovnað. Her varð Hans Jacob Lindberg fyrsti formaður. Ein teirra, sum var millum teir virknastu í javnaðarfelagnum á Tvøroyri, var lærarin Petur Mohr Dam úr Skopun. Hann hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyri, Enigheden (seinni Fylking). Hann var av tí sannføring, at fakfeløg skuldu vera fakligi vongurin hjá javnaðarrørsluni. 

Nógv teirra, ið vóru við til at stovna tey fyrstu javnaðarfeløgini í Føroyum, høvdu eisini verið við til at stovna fyrstu arbeiðarafeløgini í landinum. Eisini høvdu fleiri teirra verið við í Socialdemokratisk Ungdomsforbund (SUF) longu fyrst í 1910'unum; hetta felag var rættiliga virkið áðrenn og undir fyrra heimsbardaga, og má metast at vera fyrsta sosialistafelag landsins. Ungdómsfelagið var bert virkið í fá ár, men burtur úr tí reistist Havnar Arbeiðsmannafelag í 1916.

Í 1926 var fólkatingsval, men enn vóru javnaðarfeløgini ikki savnað sum flokkur. Tí stillaðu feløgini bæði M.S. Viðstein upp. Andrass Samuelsen úr Sambandsflokkinum var stórfavorittur at endurvinna sessin, og tað gjørdi hann eisini. Men Viðstein fekk heilar 1.019 atkvøður, ið var meira enn dupult so nógvar sum uttanveltaða valevnið J.H.O Djurhuus fekk. Á fleiri plássum fekk Viðstein enntá flestar atkvøður, m.a. har sum javnaðarfeløg vóru komin. Hetta gav tí blóð á tonnina.

Á heysti í 1927 varð stevnt til fundar í Havn, tí nú skuldu lokalfeløgini, ið nú vóru fýra í tali, knýtast nærri saman til ein veruligan politiskan flokk - eitt ringfelag - á donskum 'kredsorganisation'. Á fundi í Havn møttust umboð fyri feløgini í Havn, Sandoy, Tvøroyri og í Vági. Her hendi tó tað, at Froðbiar sóknar Javnaðarfelag ikki kundi góðtaka, at flokkurin gjørdist partur av danska javnaðarflokkinum, Socialdemokratisk Forbund. Kortini varð Ringfelagið, ella Javnaðarflokkurin, stovnaður í 1927. Fyrsti formaðurin í ringfelagnum, Føroya Javnaðarflokki, gjørdist heimasandsmaðurin Jóan Petur Davidsen, ið eisini var fyrsti formaður Havnar Arbeiðsmannafelags. Hann gjørdist seinni fyrsti landsstýrismaður floksins.

Tann 24. mai 1927 var ein søguligur dagur, tí tá kom á fyrsta sinni út føroyska javnaðarblaðið Føroya Social-Demokrat. Fyrsti ábyrgdarblaðstjóri var Maurentius S. Viðstein. Danskir sosialdemokratar stuðlaðu blaðútgávuni bygnaðarliga og fíggjarliga, og fyrstu tíðina var danin Anton Nielsen í Føroyum sum stovningarblaðstjóri.

Hóast øll lokalfeløgini framvegis ikki vórðu savnað undir ringfelagnum, stillaðu tey upp saman á løgtingsvalinum 23. januar 1928. Tvey javnaðarumboð vórðu vald, M.S. Viðstein í Havn og P.M. Dam á Tvøroyri. Javnaðarfólk komu sostatt á ting fyrstu ferð í 1928, og á løgtingsvalinum í 1932 gjørdist úrslitið nærum hitt sama.

Fyrstu árini vóru merkt av, at flokkurin royndi at fóta sær sum organisatión og flokkur. Ilt var at halda lív í floksblaðnum Føroya Social-Demokrat, og hugsjónarlig ósemja órógvaði. Ein vongur, við M.S. Viðstein á odda, hevði hug at nærkast kommunistiska rákinum og 3. Internationala, meðan hin vongurin, við P.M. Dam á odda, vóru demokratiskir sosialistar á somu hugsjónarligu kós sum norðurlendska arbeiðararørslan. Innanhýsis stríðið hevði við sær, at M.S. Viðstein, ið tá var formaður, legði frá sær í 1933. Seinni fór hann heilt úr flokkinum og úr politikki, og livdi restina av lívinum sum typografur og skald. Nýggjur formaður gjørdist P.M. Dam, sum leiddi flokkin frá 1933 fram til sín deyð 8. november 1968. 

Fyrstu árini vóru merkt av tætta samstarvinum millum flokkin og fakfelagsrørsluna, og tað eyðkendi eisini politikk floksins á tingi. Hetta sást aftur í uppskotum um tjóðartøkur, arbeiðsloysistuðul, almannaskipanir, broyting í jarðarviðurskiftunum og uppskotum um nýggja og øðrvísi skúlaskipan. Men við teirri stóru borgarligu yvirvágini í tinginum, hevði flokkurin smáar møguleikar at ávirka førda politikkin. Hinvegin hevði politikkur Javnaðarfloksins á tingi stóra ávirkan á vanliga fólkið, sum livdi undir alsamt verri korum øll tríatiárini. Flokkurin fekk eisini - óivað av somu orsøk - stóra framgongd á valinum í 1936, tá tað eydnaðist at fáa 6 umboð vald: 1 úr Eysturoy, 1 úr Suðurstreymoy, 1 úr Sandoy og 3 úr Suðuroy.

Javnaðarflokkurin var virkin í arbeiðinum, sum leiddi til heimastýrislógina í 1948. Flokkurin tók av fullum huga undir við skipaðum yvirtøkum av málsøkjum. Hetta skuldi føra Føroyar fram móti størri sjálvræði, uttan samstundis at seta vælferð fólksins í váða. 

Javnaðarflokkurin var partur av fyrsta landsstýrinum eftir at heimastýrið varð sett í verk. Tó fór flokkurin úr landsstýrinum í 1950, og sat so í andstøðu líka til 1958, har flokkurin bleiv nógv størstur. Javnaðarumboð vórðu vald í øllum valdømum uttan Norðstreymoy - tilsamans átta, og nú fekk flokkurin fyrstu ferð løgmann, Petur Mohr Dam. Hetta var í samgongu við Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.

--

Í tíðini eftir gjøgnumbrotið 1958 hevur Javnaðarflokkurin luttikið í øllum landsstýrum, uttan hesum seks: 1963-67, 1981-85, 1989-1991, 1996-04, 2011-2015 og 2019-2022. 

Javnaðarflokkurin er limur í Norðurlendsku Arbeiðararørslusamtakinum SAMAK og hevur møtirætt í Socialist International (SI).

Ungmannafelag Javnaðarfloksins er Sosialistiskt Ungmannafelag, SU, sum varð stovnað í 1965. Felagið er umboðað í leiðslu floksins á jøvnum føti við onnur valfeløg floksins. SU er limur í FNSU, ið er felagsskapur fyri ungar sosialdemokratar í norðurlondum, og í IUSY, alheims felagsskapur fyri ungsosialistar. 

 

Løgmenn

P.M Dam: 1959-1963 og 1967-1968
Atli P. Dam: 1970-1981, 1985-1989 og 1991-1993
Marita Petersen: 1993-1994
Jóannes Eidesgaard: 2004-2008
Aksel Vilhelmsson Johannesen: 2015-2019 og 2022-

 

Forfólk Javnaðarfloksins

J.P. Davidsen: 1927-19??
M.S. Viðstein: 19??-1933
P.M. Dam: 1933-1968
Einar Waag: 1968-1970
J.Fr. Øregaard: 1970-1972
Atli P. Dam: 1972-1993
Marita Petersen: 1993-1996
Jóannes Eidesgaard: 1996-2011
Aksel V. Johannesen: 2011-