Familjupolitikkur

Familjan, í øllum sínum fjølbroytni, er hornasteinurin í lívinum hjá flest øllum okkara. Eitt av aðalmálunum hjá Javnaðarflokkinum er at skapa góðar karmar um familjulívið, soleiðis at allar familjur hava møguleika at trívast, støðast og fjølgast í Føroyum.

Í grundsjónarmiðunum hjá Javnaðarflokkinum er rótfest, at menniskjan í felagsskapinum skapar tað góða samfelagið. Vit halda, at felagsskapurin er fortreytin fyri frælsinum, og hugsjónin hjá Javnaðarflokkinum er tí at arbeiða fyri einum samfelag, har tað er pláss fyri øllum. Endamálið við familjupolitikkinum hjá flokkinum er, at ein og hvør familja í Føroyum sjálv fær møguleikan at leggja lív sítt til rættis. Samfelagið skal veita tilboð, sum tryggja familjunum frælsi til sjálvar at fylgja dreymunum um tað góða lívið, og eisini skal samfelagið veita tryggleika til tey, ið hava tað svárt.

Fortreytin fyri einum væl virkandi samfelag er javnstøða millum kynini á arbeiðsmarknaðinum og í familjuni. Tí skal ein nýmótans familjupolitikkur tryggja, at familjan hevur møguleika at sameina arbeiðslív og familjulív. Tað skal vera ein sjálvsagdur rættur, at bæði foreldur hava møguleika at tryggja børnunum eina góða byrjan í lívinum.

Høvuðstættirnir í familjupolitikkinum hjá Javnaðarflokkinum eru, at:

  • Tryggja, at føroysku familjurnar fíggjarliga hava møguleika at skapa sær og sínum eitt gott lív
  • Tryggja føroysku familjuni atgongd til ein virðiligan bústað
  • Tryggja, at barsilsskipanin er smidlig og fylgir tørvi barnsins
  • Skapa fortreytir fyri betri javnvág millum arbeiðslív og familjulív
  • Tryggja familjum rætt til hjálp og ráðgeving