03. mars 2022
Bústaðarmarknaðurin er glóðheitur. Tað er trupult hjá vanligum fólki at seta búgv, tí prísurin er høgur. Tað sæst eisini á leigumarknaðinum, har høgar húsaleigur eru við til at tyngja tey, sum frammanundan ikki hava ráð til at keypa sær eitt heim.
Avbjóðingarnar eru samansettar, og tað er trupult at finna eina einfalda loysn. Men tað ber til at gera batar.
Tí vil Javnaðarflokkurin varpa ljós á loysnir, sum kunnu taka trýstið av bústaðarmarknaðinum í Føroyum.
Ber til at tryggja øllum ein rímiligan bústað? Ber til at tryggja, at býirnir ikki bert verða fyri tey ríku? Og er nakað, vit kunnu læra frá okkara grannum í Danmark og Svøríki? Ella úr Wien?
Luttakarar á tiltakinum eru m.a.:
• Kaare Dybvad Bek, danskur bústaðarmálaráðharri
• Kári Holm Johannesen, Hagstovan
• Solveig Råberg Tingey, Danmarks Almene Boliger
• Birthe Larsen, búskaparfrøðingur á Copenhagen Business School
• Andras Róin, stjóri, Bústaðir
• Lisa Pelling, Arena Idé
Tiltakið er alment og ókeypis. Øll eru vælkomin.