Landsfundur og veitsla 2021

28. august 2021
08.30 - 17.00 // Vágar

Setið ein stóran kross í álmanakkan 28. august, tá landsstevna og veitsla verða í Vágum.

Landsstevnan verður hildin í Marghøllini í Sørvágs skúla frá kl. 8.30 til kl. 17. Umframt formansrøðuna frá Akseli V. Johannesen verður eisini gestarøða frá Súna Selfoss formanni í Starvsfelagnum. Skrá annars sambært lógum floksins.

Klokkan 19 verður veitsla í drívhúsinum í Sandavági við borðhaldi, undirhaldi og dansi.

Tilmelding til veitsluna:

Vinarliga sendið ein teldupost til javnadarflokkurin@logting.fo ella ringið á telefon 202202 í dagtímunum.

Kostnaður er 250 kr, tó 150 kr fyri pensjónistar og SUarar. Upphæddin skal flytast á 9181-1507941. 



Vit síggjast í Vágum 28. august.

 

Lýst tann 24. mars 2021.