Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv28. august 2019
Ingilín Didriksen Strøm

Brenna vit framtíðina?

Eldarnir í Amazonas regnskógini eru ein stór hóttan móti veðurlagi og náttúru. Vit mugu og eiga at gera tað vit kunnu fyri at luttaka í altjóða tiltøkum at varðveita lívfrøðiliga margfeldið kring heimin. Men vit eiga eisini at gera munandi meira fyri at varðveita margfeldið í Føroyum.

Løgtingsval 2019

Myndirnar og søgurnar eru ræðuligar. Samstundis sum heimurin er við at vakna, og krøvini um veðurlagspolitikk og náttúruvernd vaksa og blíva til veruleika, so brenna fólk við vilja stór øki í Amazonas regnskógini.

Nógvar av søgunum vit hoyra eru yvirdrivnar. Allur skógurin brennur ikki, skógurin framleiðir 6 % av heimsins súrevni, ikki 20 %, og fleiri av myndunum á sosialu miðlunum eru av gomlum eldum. Men støðan er kortini álvarsom. Skulu vit hava nakran møguleika at berjast móti veðurlagskreppuni, so mugu vit planta milliardir av trøum - ikki brenna tey. Og skulu vit verða mótstøðufør í mun til broytingarnar, sum koma, so mugu vit varðveita lívfrøðiliga margfeldið. Ikki oyðileggja tað. Skógurin nærkast eini støðu, har so stórur partur er oyðilagdur, at skógurin blívur til eina oyðimørk.

Tíbetur er ramaskríggj kring allan heim, og fleiri av heimsins leiðarum mótmæla og hótta við tiltøkum móti Brasil, um støðan ikki batnar. Føroyar eiga eisini at vera við í tílíkum tiltøkum, eisini tá líknandi støður eru aðrastaðni kring heim.

Men vit kunnu byrja her heima. Tá um ræður lívfrøðiliga margfeldið hava vit verið alt ov dovin. Náttúruverndarlógin er ótíðarhóskandi, og dálkandi vinnuligt virksemi sleppur alt ov lætt at halda fram og byrja nýtt virksemi. Hetta ger seg galdandi innan alivinnu, fiskivinnu, oljuvinnu, eins væl og vinnu á landi. Vit mugu seta krøv, tá um ræður dálking og náttúruvernd. Støðan undir havi í Føroyum, og aðrastaðni vit fiska, líkist í nógvum førum teirri í Amazonas. Stór oyðiløgd øki, sum einaferð tustu í lívi og plantum, men síðani eru oyðiløgd av t.d. botntroling.

Ikki bara tað – vit hava alt ov lítið eftirlit við, hvat vit innflyta. Skip og bingjur íða við kyktum. Handlarnir selja eitt ótal av plantum, sum vit slett ikki vita, hvussu ávirka føroysku náttúruna, samstundis sum moldin er full í kyktum, ið kunnu hava ovurstórar avleiðingar fyri náttúru okkara. Tak morðsnigilin og flatmakkin sum dømi. Hvussu nógv fleiri tílík kykt skulu vit fáa, áðrenn vit vakna? Hvussu nógvar sjúkur, sum vit ikki hava, skulu vit fáa i føroysku náttúruna?

Vit mugu verja náttúru okkara. Vit mugu tryggja lívfrøðiliga margfeldið. Vit eiga at luttaka í altjóða arbeiðinum at tryggja margfeldi og veðurlag, men eisini at tora at seta krøv her í Føroyum. Vit eru so mikið væl fyri búskaparliga, at vit eiga at unna, ikki bara komandi ættarliðum, men teimum børnum, tannáringum og ungu, sum liva longu nú, eina framtíð, ið er eins góð og tann, sum vit hava nú.

Ingilín Didriksen Strøm, valevni Javnaðarfloksins