Tíðindi10. februar 2021

Føroyska veðurstovan eigur at vera á flogvøllinum

Tað er eingin ivi um, at ein føroysk veðurstova er best staðsett á flogvøllinum. Tað heldur Jóhannis Joensen, sum í dag setti landsstýrismanninum ein fyrispurning á løgtingsins røðarapalli.

Nógvir tankar og meiningar eru frammi um, hvar nýggja føroyska veðurstovan skal staðsetast. Men spyrt tú Jóhannis Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin, so er eingin ivi um, at hann eigur at vera á flogvøllinum.

- Flogvøllurin hevur altíð verið partur av veðurserfrøði í Føroyum. Greitt er, at flogvøllurin er einasta stað, har serlig hølir og tól eru klár, tí har hevur einasti veðurfrøðingur starvast í áratíggju. Í tøttum samstarvi við veðurstovuna í Danmark og veðurstøðina í Havn hava útbúnir veðurfrøðingar sitið á flogvøllinum og teknað og lisið veðurkort. Har hava føroyingar fingið upplýst bæði loftvegis og sjóvegis veðurforsagnir, segði Jóhannis Joensen.

Jóhannis Joensen heldur, at tað tí kundi verið upplagt, at hetta samstarv heldur áfram, soleiðis at føroyska veðurstovan verður eitt samstarv millum flogvøllin, har hølir og tól standa klár, og veðurstøðina í Havn, har fólk virka í dag.

- Hetta er bæði bíligast og skjótast at seta í verk, vísti Jóhannis Joensen á.

Landsstýrismaðurin á økinum, Jacob Vestergaard, svaraði, at arbeiðið er sett í gongd, og at fyribils verður eitt fólk sett í starv á skrivstovuni hjá Vørn. Avgerðin um, hvar veðurstovan verður staðsett, verður avgreidd seinni í ár, segði landsstýrismaðurin.