Frælsi, javnrættindi og felagsskapur
Tað ljóðar sum ein klisjé, og er tað eisini í orðsins upprunaligu merking – eitt modell av, hvussu vit vilja hava okkara samfelag at vera.
Eg stilli upp til løgtingsvalið, tí eg vil hava eitt samfelag, har øll kunnu føla seg heima.
Øll skulu hava frælsi at ráða yvir egnum kroppi og tilveru annars. Og øll hava rætt til ein tryggan og virðiligan bústað.
Øll skulu hava javnbjóðis atgongd til samfelagið, tað verið seg arbeiðsmarknað, sjúkuviðgerð, stovnar, mentanartiltøk v.m., hetta uttan mun til kyn, aldur, sannføring ella aðrar umstøður.
Øll hava skyldu til at lata eftir førimuni og rætt til at krevja eftir tørvi.
Fróði Reinert Petersen
Ættaður úr Saltnesi og búsitandi á Eiði. Giftur á 23. ári og havi tvær vaksnar døtur.
Útbúgvin grannskoðari (cand.merc.aud) og arbeiði sum fíggjarfulltrúi á Landssjúkrahúsinum.