Margit Stóra
Lesarabræv29. november 2022
Margit Stóra

Kynda undir film – meira film

Løgtingsval 2022

Vit hava sæð tað so væl seinstu árini. Hesi dugnaligu fólkini her hjá okkum, sum er farin at gera film. Ein fyri og annan eftir. Dygdargóðar filmar, sum fáa viðurkenningar úti í stóru verð. Eldsálir, sum brenna fyri hesi, hjá okkum, nýggju listagrein. Tey eru har. Tey vilja arbeiða. Skapa nýggjar filmar. Styrkja okkara mentanarliga margfeldi.  Fíggjarliga er hendan vinnan tung at fáast við og kann hetta skjótt køva kreativitetin, um vit ikki hava munagóðar skipanir, sum kynda undir og tryggja framleiðsluna.

Javnaðarflokkurin er fúsur framhaldandi at lívga hesi nýggju vinnu. Skipanin við afturbering til filmsframleiðslu skal styrkjast, so vit eisini fáa fleiri stórar filmsverkætlanir at koma hendan vegin og játtanin til filmsgrunnin skal styrkjast, so vit bæði kunnu eggja okkara ungu filmslistarfólkum og tryggja at tey kunnu liva meðan tey arbeiða.

Filmslistin skal vera fræls. Hon skal stuðlast, men ikki stýrast. Javnaðarflokkurin kann tryggja armslongdina frá politiska myndugleikanum, so politikarar ikki spæla mentanarligir smakki dómarar og lívga fólki, sum tey av øðrum orsøkum halda av.

Tað er tí umráðandi at tú setir krossin á røttum staði tann 8.desembur.

Gevur tú mær krossin, so lívgar tú eisini føroyskum filmi

Margit Stórá, - á lista C