Tíðindi23. mars 2021

Láglønt rinda ov nógv fyri heilivág

Ein persónur yvir 67 ár, sum til dømis forvinnur 40.000 krónur um mánaðin, rindar minni fyri heilivág enn ein lesandi, sum bara fær lestrarstuðul. Hetta má broytast, heldur Ingilín Didriksen Strøm, sum tí hevur sett ein fyrispurning um evnið.

- Tað skal ikki vera soleiðis, at tey, ið hava lítið at gera gott við, skulu brúka so stóran part inntøkuni uppá neyðugan heilivág. Tíðin er komin at endurskoða tilskotsstigan til heilivág, sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum í heilsumálum fyrispurning um málið.

Heldur enn at áseta tilskotið til heilivág eftir aldri, sum tað nú er skipað, skjýtur Ingilín upp at áseta gjaldið eftir inntøku. Hon vísir á, at fyri summi kunnu útreiðslur til heilivág vera ein tungur fíggjarpostur. Eitt nú lesandi yvir 18 ár á miðnámi ella hægri lesnaði, sum forvinna millum kr. 1.900 og 4.400 um mánaðin alt eftir, um viðkomandi hevur egnan bústað og/ella børn. Hesin fær sama tilskot til heilivág, sum ein, ið hevur eitt fulltíðarstarv og harvið munandi størri inntøku. Hinvegin fær ein persónur, sum er eldri enn 67 ár og enn ikki er farin av arbeiðsmarknaðinum, munandi størri tilskot til heilivág.

Hon hevur tí spurt landsstýrismannin, um hann hevur ætlanir at gera tilskotsstigan til heilivág stigvaksandi eftir inntøku heldur enn eftir aldri. Hetta hevði gjørt, at skipanin vendi sosialt rætt.

- Um tilskotið varð latið stigvaksandi eftir inntøkuni hjá fólki, uttan mun til aldur, so høvdu láglønt, lesandi og fyritíðarpensjónistar av sær sjálvum fingið størsta tilskotið, meðan hálønt høvdu rindað mest, sigur Ingilín Didriksen Strøm.