Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv13. november 2020
Ingilín Didriksen Strøm

Samgongan leggur lítið í smáu fyritøkurnar

Seinastu tíðina hava vit í Javnaðarflokkinum aftur og aftur varpað ljós á viðurskiftini hjá smáum vinnufyritøkum, men tað sýnist ikki at rína við hjá samgonguni.

Síðst í oktobur mánaði setti eg landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein §52 fyrispurning um fíggjarstøðuna hjá smáu vinnufyritøkunum í Føroyum, har eg m.a. spurdi, um samgongan hevur ætlanir um at seta fleiri hjálparátøk í verk til tess at hjálpa fyritøkunum, sum framvegis merkja sviðan av koronasmittuni.

Men Jørgen Niclasen svaraði ikki spurninginum, og tí setti eg aftur í gjár ein munnligan fyrispurning í tinginum um sama evni, men eisini hesa ferð svaraði hann uttanum.

Staðfestast má, at landsstýrismaðurin eftir øllum at døma ikki hevur nakra hóming av, ella áhuga í at vita, hvussu støðan er hja smærru vinnufyritøkunum kring landið. Og landsstýrismaðurin vil heldur ikki svara, um ætlanin er at seta fleiri hjalparátøk i verk.

Úr hálva svarinum taki eg tríggjar niðurstøður við mær:

  1. Landsstyrismadurin tímir ikki at svara fyrispurningum frá tingfólki - heldur ikki tá tað snýr seg um fyritøkur og arbeiðspláss.
  2. Landsstýrismaðurin tykist ikki serliga upptikin av støðuni hjá smáum vinnufyritøkum.
  3. Tankagongdin hja landsstýrismanninum hevur flutt seg langt síðani løgtingsvalstríðið, har hann so grúiliga bedýraði týdningin av, at vinnan skal hava tað gott, fyri at familjan skal hava tað gott. Men tað er kanska einans galdandi fyri tær allarstørstu fyritøkurnar í fiskivinnuni. Tær, sum landsstýrið tryggjaði at kalla ókeypis og lívlanga atgongd til okkara felags ríkidømi.

Ingilín Didriksen Strøm