Í morgin, leygardagin 17. apríl, hevur Javnaðarflokkurin landsfund í Bygdarhúsinum í Kollafirði. Lagt verður fyri við morgunmati kl. 8 og landsfundurin verður settur kl. 9.00. Aksel V. Johannesen ber fram árliga formansfrágreiðingina kl. 11.15.
Skráin fyri landsfundin í Kollafirði í morgin er hendan:
8.00 Morgunmatur
9.00 Landsfundurin verður settur
10.15 Kaffisteðgur og myndatøka
10.30 Verkstova
11.15 Formansfrágreiðing
12.00 Matarsteðgur
13.00 Orðaskifti
16.15 Fundarsamtykt
17.00 Liðugt
19.00 Veitsla