Javnaðarflokkurin hevur 100 ár á baki. Tað verður hátíðarhildið við rimmar gallaveitslu í Dansifrøi í Havn 26. september 2026 kl. 19.00.
Á skránni verður 3-rættaður veitsludøgurði við drykkivørum. Borðstjóraparið Malla Dam og Jónleif Johannesen. Eisini verður ymiskt undirhald, stutt(lig)ar røður, góður felagssangur við tónleikaundirspæli og onkur forkunnug framførsla.
Undir leiðslu av Jóhannis Joensen verður dansað frá borðinum, har vísurnar Flóvin Bænadiktson og Stolt Signhild verða kvøddar. Síðani verður DJ-dansur við Eyðfinn Jensen.
Alt kvøldið verður barrin opin við sera lagaligum prísum.
Til endans verður lættur náttmatur.
Plássið er avmarkað, so tekna teg skjótt við at flyta 350 kr. á konto 6460-408.680.7. áðrenn 10. september. Minst til at viðmerkja navn.
Vísurnar eru at finna á heimasíðunum hjá dansifeløgum kring landið.
Dyrnar lata upp klokkan 18.00.
Heilsan fyrireikingarbólkurin