Jóhannis Joensen
Lesarabræv29. apríl 2021
Jóhannis Joensen

Vit taka ikki avbjóðingina í nóg stóran álvara!

Uppskotið hjá Jóhannisi Joensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, um økissálarfrøði varð felt við 2. viðgerð. Hetta alt meðan støðan stendur og versnar. Jóhannis Joensen heldur, at vit eiga at gera nógv størri átøk at lofta børnum og ungum, sum hava tað trupult.

 

Fyrr í ár legði eg uppskot fram um at styrkja sálarfrøðiligu hjálpina til børn og ung um alt landið. Hóast øll í trivnaðarnevndini vóru samd um, at talan var um eitt gott uppskot, valdi samgongan at fella uppskotið.

Sum ikki einaferð grundgav samgongan seg við, at landstýrið arbeiðir við málinum, ella at landstýrið ætlar at endurskoða verandi tilboð.

Hóast grannalond okkara hava skúlasálarfrøðingar og skipanir, sum líkjast teimum í uppskotinum, er hetta ikki nakað vit vilja kjølfesta í føroysku skipanina.

Vit hava stórar avbjóðingar runt Føroya land við børnum og ungum, sum hava lættari og tyngri sálarligar avbjóðingar, og vit síggja alsamt oftari, at børn og ung enda í misstrivnaði og rúsevnismissnýtslu.

Fyribyrgingarátøk verða gjørd, men her mangla førleikar úti í økjunum kring landið. Skúlarnir og barnagarðar skríggja eftir sálarfrøðiligari servitan, sum hjálparátak fyri at fyribyrgja keðiligum avleiðingum, afturat tí stóra og krevjandi trivnaðararbeiði, sum frammanundan verður gjørt.

Skúlaleiðarafelagið hevur gjørt eitt uppskot saman við Lærarafelagnum, um hvussu ein skipan skal setast í verk. Hetta uppskotið varð eisini skúgvað til viks av samgonguumboðunum í trivnaðarnevndini.

Við at miðspjaða førleikar afturat teimum, sum eru frammanundan, fanga vit tíðliga keðiligar gongdir m.a. í barnagarði og skúla. Vit sleppa eisini undan stórum bíðilistum til sálafrøðiliga hjálp.

Sjálvandi hava námsfrøðingar, hjálparfólk og lærarar saman við foreldrum ein lyklaleiklut í trivnaði hjá børnunum. Men ein breið vifta av servitan má eisini liggja úti í økjunum í Føroyum. Miðspjaðing av servitan til fyribyrging stuðlar uppundir dagliga arbeiðnum at hjálpa børnum og ungum.

Sernám virkar á skúlaøkinum, barnagarðsøkinum og serøkinum við 32 starvsfólkum, harav 7 sálarfrøðingum. Hetta eru umfatandi økir, sum krevja nógva arbeiðsorku. Stovnurin Sernám eigur at endurskoðast og uppraðfestast fíggjarliga, um hann skal virka á so breiðum arbeiðsøki.

Vilja vit veraliga koma trupulleikanum við misstrivnaði hjá børnum og ungum til lívs, noyðast mynduleikarnir eisini at raðfesta sálarfrøðiligu servitanina í nóg størri mun.

 

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin