15. mai 2024

Skráin til Landsstevnuna

Javnarflokkurin heldur landsstevnu í Kelduni í Skálavík nú leygardagin tann 18. mai.

Í ár er Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag vertur. Skráin verður hendan:
08.30 Morgunmatur
09:30 Landsstevnan verður sett
09:40 Frágreiðing skrivarans
09:50 Ársroknskapurin lagdur fram
10:00 Frágreiðingar frá feløgunum
10:45 Myndatøka og kaffisteðgur
11:00 Framløga: Heini í Skorini
11:45 Formansfrágreiðing
12:15 Døgurðasteðgur
13:15 Orðaskifti um formansfrágreiðingina
15:15 Kaffisteðgur
15:30 Val av floksstjórn, starvsnevnd, floksleiðslu og skrivara
16:15 Góðkenning av valevnabýti millum feløgini
16:30 Fundarsamtykt
17:00 Fundurin liðugur
18:00 Veitsla í Kelduni í Skálavík
Eftir landsstevnuna verður veitsla. Til ber at melda seg til veitsluna til í við í dag 15. mai. Kostnaður er kr. 250,- (SU limir og pensjónistar kr. 150,-) at flyta á konto nr. 9181-150.794.1 í Betri Banka. Tilmelding til landsfundarveitsluna fer fram við at skriva til javnadarflokkurin@logting.fo.