Javnaðarflokkurin hevur 100 ár á baki. Tað verður hátíðarhildið við rimmar gallaveitslu í Dansifrøi í Havn 5. september 2026 kl. 19.00.
Á skránni verður leskiligur galladøgurði, eitt vælupplagt borðstjórapar, herligt undirhald, stuttar røður, góður felagssangur við tónleikaundirspæli og forkunnugar framførslur.
Dansað verður frá borðinum og farið verður upp á gólv, áðrenn dj-tónar bjóða upp til dans.
Barrin letur upp við sera lagaligum prísum. Til endans verður lættur náttmatur.
Plássið er avmarkað, so tekna teg skjótt við at flyta 350 kr. á konto 6460-408.680.7. áðrenn 20. august. Minst til at viðmerkja navn.
Vísur at venja verða lagdar á heimsíðu floksins fyrsta dagin.
Dyrnar lata upp klokkan 18.00.
Heilsan fyrireikingarbólkurin