17. mars 2026
Sosialistisk Ung skipar fyri valfundi í vágunum, har allir flokkar senda 2 umboð, eitt vaksnaumboð og eitt frá ungmannafelagnum.
Hetta er fyri at geva øllum møguleikan at spyrja flokkarnar um ætlanir viðvíkjandi burðardyggu ferðavinnuna- samstundis sum at borgarar fáa ein møguleika at seta lokalu valevnumum spurningar.
Harafturat skapar tað ein møguleika hjá ungmannafeløgunum at royna seg!
Ungmannafeløgini fara at viðgera útlenska arbeiðsmegi og integratión.
Umboðini frá vaksnafeløgunum fara at tosa um burðardyggu ferðavinnuna og harafturat samferðsluna (SSL veðurkirvi og alt sum hoyrir til)
Tíð verður eisini sett av til at gestir kunnu sleppa at seta valevnum spurningar.