Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv25. november 2022
Kristianna W. Poulsen

13 milliónir til mentan og list

Løgtingsval 2022

Javnaðarflokkurin vil, at tað, vit rinda í MVG til útlendskar stroymingstænastur skal í føroyska landskassan og markast til mentan og list. Upphæddin er minst 13 milliónir krónur.

At eitt samfelag rúmar einum livandi listaumhvørvi ger okkum til størri og meira heilstoypt menniskju. Hvønn dag, alt árið, kunnu vit njóta úrslitið av harða og treiska arbeiðinum hjá skapandi fólki.

Tað kann tykjast sum tað reina spæl, tá ið úrmælingarnir spæla tónleik, sjónleik, vísa sína myndlist fram, tá vit lesa góðar bøkur. Men aftanfyri liggur hart og drúgt arbeiði, sum tey fægstu megna at liva av. Hinvegin ber illa til hjá okkum at liva uttan tær upplivingar, sum skapandi menniskju geva okkum.   

Eitt samfelag uttan livandi mentan og list er eitt deyðligt samfelag, og tað er neyðugt at syrgja fyri betri kørmum fyri hetta øki.   

Mentan og list geva betri vælveru, trivnað og heilsu. Øll skulu hava góða atgongd til gevandi mentanar- og listaupplivingar, og ikki bara tey vælbjargaðu.

Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái høvið eftir løgtingsvalið 8. desember.

X við Javnaðarflokkin

X við Kristionnu Winther Poulsen