Røðan sum Aksel V. Johannesen helt, nú Posta gjørdist fimti.
Fyrst av øllum fari eg at ynskja hjartaliga til lukku við 50 ára føðingardegnum.
Fyrst og fremst til tykkum starvsfólk, leiðslu og nevnd hjá Posta. Men eisini øllum Føroya fólki, sum okkara postverk trúliga hevur tænt hesa seinastu hálvu øldina.
-----
Í dag hátíðarhalda vit, at 50 ár eru liðin, síðan Føroyar yvirtóku postvirksemið. Fram til 1. apríl 1976 var postverkið danskt.
Vit kunnu siga, at føroyska postverkið hevði eina rættiliga drúgva føðing. Tí longu í 1948 - sama ár sum Heimastýrislógin kom í gildi - varð uppskot samtykt í løgtinginum um at yvirtaka postverkið.
Men so hendi líkasum ikki nógv meira í málinum. Faktisk skulu vit ein heilan silvurbrúdleypsaldur fram, áðrenn glið kemur á.
Í 1973 samtykkir løgtingið at taka upp samráðingar við danir um at yvirtaka postverkið. Samgongan, sum verður skipað árið eftir, hevur hetta við í samgonguskjalinum.
Tá kemur ferð á yvirtøkuna, og sum kunnugt kemur postverkið á føroyskar hendur 1. apríl 1976. Eyðkendu bláu postkassarnir við veðrahorninum verða settir upp og teir reyðu tiknir niður.
-----
Men yvirtøkan av postverkinum var nógv meira enn bara ein spurningur um litin á postkassunum. Tað vóru fleiri orsøkir til, at føroyingar vildu hava sítt egna postverk.
Yvirskipað var tað eitt ynski um størri sjálvræði í Føroyum og at hava ræði á týðandi samfelagsstovnum.
Eisini vildu føroyingar hava eitt postverk, har tænasturnar vóru lagaðar eftir lokalu viðurskiftunum her á landi. Tað var jú ikki altíð, at donsku reglurnar um postflutning riggaðu til okkara landafrøði, veðurlag og flutningsmøguleikar.
Eitt annað, sum vigaði tungt, var at mann vildi hava møguleikan at geva út føroysk frímerki. Stórur áhugi var fyri frímerkjum, og mett varð, at frímerkjasøla kundi vera ein góð inntøkukelda hjá landskassanum.
Harumframt mettu fleiri, at frímerki við føroyskum motivum vóru ein upplagdur møguleiki at vekja áhugan hjá útheiminum fyri Føroyum, millum annað at fáa útlendsk ferðafólk hendanvegin. Ja, vit kunnu siga, at frímerkini skuldu hava eitt slag av Visit Faroe Islands-funktión í einum heimi áðrenn Instagram, Tik-Tok og Facebook.
----
Sostatt var 1. apríl 1976 ein stórur dagur í føroyskari søgu, tá ið postverkið loksins gjørdist ein sjálvstøðugur føroyskur stovnur. Ein stovnur, sum hevði ábyrgd av postútberingini í Føroyum og sum hevði rætt til at framleiða føroysk frímerki.
Eitt sindur av skemti bleiv blandað upp í hendan hátíðarliga dagin. Tí 1. apríl er jú dagurin, tá farið verður lættari um sannleikan enn aðrar dagar. Tá lokka fólk apríl.
Í tíðindasendingini hendan hósmorgunin 1. apríl visti Útvarpið at siga, at í sambandi við yvirtøkuna av postverkinum, skuldu løgmaður, landsstýrismenn og løgtingsmenn ganga skrúðgongu úr tinghúsinum yvir á posthúsið. Á trappuni á posthúsinum skuldi landsstýrismaðurin í samferðslumálum og harvið eisini postmálum, Finnbogi Isaksen, standa og bjóða øllum, sum komu framvið, ein lítlan.
Útvarpið segði eisini, at snapsurin skuldi bjóðast úr einum veðrahorni, sum hann hevði fingið í tanngávu av Trøllanesi, tá ið fyrsta tonnin hjá landsstýrismanninum var komin undan.
Hetta var langt áðrenn Rúsdrekkasøluna, so vit kunnu gita okkum til, snapsurin hevur helst lokkað meira enn politikarar í skrúðgongu. Nógv fólk møttu upp, men har var hvørki snapsur ella skrúðgonga.
Annars var eitt sindur ymiskt, hvat tíðindabløðini hildu um yvirtøkuna. Meðan 14. September skrivar, at hetta er hitt størsta stig, sum í nýggjari tíð er tikið á sjálvstýrisleið, er Dimmalætting ikki imponerað. Blaðið vísir á, at meðan danska flaggið varð tikið niður á posthúsinum, fór brævagjaldið upp.
-----
Postverkið og seinni Posta hava havt eitt serligt pláss í mínari familju, tí fleiri hava havt sítt dagliga starv her.
Pápi mín, Vilhelm, hevði at kalla alt sítt arbeiðslív í postinum. Bæði undir donsku skipanini og eftir at postverkið kom á føroyskar hendur. Hann var so mikið hugtikin av sínum arbeiðsplássi, at hann skrivaði eina bók um postsøguna, "Postur í Føroyum 1870-2000", sum postverkið gav út í 2001. So hann má hava trivist væl.
Eg kann til stuttleika nevna, at tá ið pápi mín byrjaði sum postmaður í Klaksvík í 1962, var stórur munur á korunum hjá postfólkum í Havn og so aðrastaðni í landinum. Í Havn vóru flestu starvsfólkini donsk tænastufólk og fingu úrtíðarløn, náttarviðbót og aðrar sømdir.
Aðrastaðni vóru nógv verri umstøður - langar arbeiðsvikur og ongar viðbøtur. Fleiri ferðir kravdu tey lønarhækking, men onki batti. Ikki fyrr enn hann og hinir tríggir postmenninir í Klaksvík søgdu upp í senn. Altso gjørdu kollektiva uppsøgn. Tá kom vend í, og teir fingu bæði lønarhækkan, postbúnar, fastar arbeiðstíðir og viðbøtur.
Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum vil eg kortini ikki viðmæla hesar metodurnar í sáttmálasamráðingunum!
Eisini pápabeiggi mín, Ólavur, arbeiddi hjá postverkinum. Hann gekk við posti í Klaksvík. Honum mundi dáma væl at práta við tey, hann hitti á rutuni. Kanska í so væl. Í øllum førum bleiv hann kallaður Aftenposten, tí posturin kom ikki fram fyrr enn væl út á dagin.
Systir mín, Signhild, hevur eisini starvast hjá Posta síðan í 90´unum. Fyrst sum postboð í Kalsoynni og nú á posthúsinum í Klaksvík.
Sjálvur kann eg ikki reypa av at hava starvast hjá Posta, men í lestrarárunum arbeiddi eg sum postboð í Keypmannahavn. Eg gekk við posti leygardag og møtti klokkan hálvgum seks um morgunin. Ofta vóru sporini tung upp gjøgnum íbúðablokkarnar við lítlum svøvni og nógvum posti.
-----
Blokkarnir í Keypmannahavn eru kortini lítið av miklum, tá vit hugsa um, hvussu postboðini í Føroyum hava knossað fyri at fáa postin út kring landið.
Fara vit langt aftur í tíðina, var tað til gongu og við árabáti. Í 1871 vóru tríggir postmenn - ella postførarar - sum syrgdu fyri at fáa postin kring landið. Teir høvdu hvør sína leið. Ein var úr Havn til Trongisvágs. Norðurleiðin var úr Havn til Klaksvíkar. Og Vesturleiðin var úr Havn til Miðvágs.
Til dømis innibar Vesturleiðin, at postførarin gekk úr Havn til Kvívíkar. So við báti til Fútaklett. Síðani til gongu til Sandavágs og so til Miðvágs. Og so sama veg retur til Havnar.
Eisini í nýggjari tíð kundi vera tvørligt summastaðni at fáa postin út. Til dømis eftir Postmannsrutuni millum Bø og Gásadal.
Áðrenn tunnilin kom, gekk postmaðurin rutuna fleiri ferðir um vikuna. Avgjørt ikki fyri sartar sálir at ganga allar hesar kilometrar og hæddarmetrar í illveðri við tungari byrðu á bakinum.
Í dag er rutan eitt vælumtókt ferðamál, sum fólk ganga til stuttleika vakrar summardagar og sum enntá hevur fingið eitt fínt, enskt heiti "The Postman´s Trail".
----
Í dag er munandi lættari at fáa postin út. Tøkniliga menningin hevur givið postflutninginum betri akfør. Og vegir, berghol, ferjur og undirsjóvartunlar binda nú landið saman.
Tøknilig framstig geva eisini avbjóðingar. Sekkirnir við brøvum og rokningum, sum skulu berast út til húsarhaldini, eru blivnir munandi færri. Rokningarnar eru kortini ikki horvnar. Tíverri kann mann kanska siga. Tær eru saman við brøvunum fluttar inn á talgildu pallarnar.
Talgilda menningin hevur gjørt, at tit á Posta eins og postverkini í grannalondunum hava verið noydd til at umskipa virksemið soleiðis, at tað hóskar til nýggja veruleikan.
Hetta hevur kravt nógv av tykkum starvsfólkum og av leiðsluni. Tit hava gjørt eitt stórt arbeiði at laga Posta til tær avbjóðingar, sum nútíðin krevur. Tit hava effektiviserað og sett neyvt út í kortið, hvat kjarnuvirksemið skal vera. Umhvørvisliga vísa tit eisini vegin við el-riknum flutningaakførum og frásøgnini um burðardygd, sum kom herfyri.
Vit vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða viðvíkjandi tøkni og samskifti. Men eg eri fullvísur í, at tit á Posta hava bæði hegni og áræði at lofta teimum møguleikum og avbjóðingum, sum koma á leiðini.
Enn einaferð hjartaliga til lukku við 50 ára degnum og blíðan byr frameftir.