Í dag er altjóða arbeiðaradagur, og vit markera tann stóra samfelagsliga týdningin, sum stríðið fyri betri arbeiðskorum hevur havt og framvegis hevur.
Politiska stríðið er framvegis neyðugt, júst sum tá verkafólk í 19. øld fylktust og kravdu fíggjarliga og politiska viðurkenning fyri teirra íkast til felagsskapin. Tá stóð stríðið um at stytta arbeiðsdagin niður í 8 tímar, um rættin til at halda vikuskifti, um rættin til frítíð og til minstuløn. Sjálvfylgjur í dag, men hesi rættindi eru ikki komin dalandi av himli.
Vit hava havt 40 tímars arbeiðsviku í Føroyum í útivið 50 ár, og tíðin er langt síðani komin til at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Við eini arbeiðsviku á 37 tímar ber tað betur til at sameina familju- og arbeiðslív, umframt at umstøðurnar verða betri fyri at hava eina meiningsfulla frítíð og ta lívsneyðugu hvíldina. Uttan hesa javnvág uppliva fleiri umsorganarmøði og strongd, sum longu raka hart í dagsins samfelag.
Øll kunnu gerast sjúk, men fyri tímalønt verkafólk er sjúka ein dýrur umgangur. Tey hava bert rætt til 80 prosent av minstulønini fyri verkafólk, meðan tey eru sjúk heima. Hetta er órættvíst og eigur at verða broytt.
Tað eru nógv fleiri arbeiðsóhapp í Føroyum enn í okkara grannalondum. Hetta er langt frá nóg gott. Arbeiðstrygdin SKAL vera í lagi, og tað skal ongantíð vera farligt at fara til arbeiðis. Eisini bíða nógv fólk alt ov leingi eftir endurgjaldi fyri arbeiðsskaðar.
Limaskapur í fakfelagi hevur stóran týdning fyri ein væl skipaðan arbeiðsmarknað. Talið av løntakarum, sum eru limir í fakfelagi, hevur beinleiðis ávirkan á tann partin av samlaðu inntøkuni, sum fátækasti parturin av løntakarunum fær lut í. Sambandið millum limaskap í fakfelagi og býtið av samlaðu lønarinntøkunum vísir stóra týdningin av einum væl skipaðum arbeiðsmarknaði við fakfeløgum og sáttmálum. Lat ongan iva vera um, at eitt samfelag, har ríkidømið er so javnt býtt sum gjørligt, er tað besta samfelagið fyri allar partar.
Vunnin rættindi á arbeiðsmarknaðinum eru ikki nøkur sjálvfylgja, men eru úrslit av drúgvum arbeiði og longum stríði, sum framvegis krevur fokus og raðfestingar frá politiskari síðu.
Góðan 1. mai øll somul.
Kristianna Winther Poulsen, býráðskvinna í Tórshavnar býráð fyri Javnaðarflokkin