Kristianna W. Poulsen
Grein08. mars 2022
Kristianna W. Poulsen

Altjóða kvinnudagur – stríðið heldur fram

Aftur ein 8. mars, aftur ein altjóða kvinnudagur. Betri kvinnurættindi eru sanniliga ikki komin dalandi av himni, og serliga ikki í einum so konservativum samfelagi sum okkara. Og framvegis er 8. mars bæði veitslu- og stríðsdagur.

Men eg má viðganga, at eg í ár eri í døpurhuga.  

Ideologiska oyðimarkargongdin síðani seinasta løgtingsval hevur tíverri langt síðani víst okkum, at sitandi samgonguflokkar á ongan hátt arbeiða til frama fyri øktum kvinnurættindum. Politiski veruleikin talar sítt greiða mál, nú vit aftur skulu dragast við eitt mansstýri í Tinganesi. Vit skriva 2022, men í Føroyum er hetta tíverri ikki ein farin tíð.  

Allir tríggir samgonguflokkarnir hava miðvíst hildið kvinnum uttanfyri politiska ávirkan, og tær vesalligu frágreiðingarnar um íkomnu støðuna tróta ikki. 

Jenis og Bill skulu eiga, at teir á hesum økinum eru greiðir. Teir hava fyri nógvum árum síðani boðað frá, at kvinnur helst skulu taka sær av húsi og heimi, men at tær annars eru vælkomnar í Miðflokkin. 

Fólkaflokkurin hevur kunngjørt eina sjóforkláring fyri og aðra eftir um, hví tað er aldeilis ógjørligt at finna skikkað konufólk til teirra landsstýrissessir. Eftir ágrýtnir at hava fínkembt marknaðin, megnaðu teir mínsann at tevja seg fram til ein, sum tó mátti melda seg inn í flokkin sama dagin, sum hann varð kosin landsstýrismaður. Kunnu tit ímynda tykkum somu treytir fyri konufólk? Nei ha?

Fleiri skikkað konufólk eru í at velja, men tær hava ongan møguleika í Fólkaflokkinum. Seinasta dømið um, hvussu teir fara við konufólki, sóu vit um ársskiftið, tá ið fyrrverandi borgarstjórin í høvuðsstaðnum fylgdi síni sannføring og atkvøddi fyri, at børn við samkyndum møðrum skuldu fáa somu rættindi sum onnur børn. 

Hetta fekk vaksnar menn at tíggja sær, sum hómaðu teir heimsins undirgang, og tingkvinnan varð hunddálkað av sínum egnu í almenna rúminum. Sanniliga er munur á, hvussu A-toymið fer við sínum politikarum, og hesin munur er treytaður av kromosomum. 

Ússaligastur er tó løgmansflokkurin, tí heilar 3 ferðir hevur løgmaður valt sítt fólk til landsstýrið, og heilar 3 ferðir hevur hann megnað kategoriskt at hildið kvinnunum uttanfyri, hóast fleiri eru á B-liðnum, ið eru bæði dugnaligar og royndar í politikki. Men løgmaður og hansara harkalið vilja ikki síggja konufólk í landsins politisku leiðslu. 

Og mæta visjónin hjá løgmanni er, at vit kanska hava javnstøðu UM 10 ÁR! Líknandi undanstøkkingi skulu vit leita leingi eftir. 

Javnstøða er als eingin sjálvfylgja, men eitt úrslit av einum longum stríði, sum ongantíð endar. Og hetta krevur sanniliga politiskan vilja. 

Sum samgongan væl og virðiliga hevur prógvað, koma vit longst í stríðnum fyri øktum kvinnurættindum við at fáa hesar konservativu flokkarnar so langt burtur frá politiska valdinum, sum yvirhøvur til ber. 

Lat okkum minnast til tað, tá ið framtíðar krossar skulu setast. 

Góðan 8. mars øll somul.  

Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu