Heðin Mortensen
Lesarabræv14. oktober 2020
Heðin Mortensen

Arvurin: Grót í havnargøtum

Ein tann størsti brølarin hjá sitandi meiriluta í Tórshavnar býráð er, at grótið ur Sandoyartunlinum glapp kommuni av hondum. Handfaringin av hesum máli er so syndarlig, at orð eru ikki fyri tí.

Kommunuval 2020

Í staðin fyri at grótið verður brúkt í kommununi, skal tað nú inn á Skálafjørðin – snøgt sagt, tí runavíkingar vóru snildari enn meirilutin í Tórshavnar býráð.

Men hóast Runavíkar kommuna keypti grótið, skulu borgarar í Havn rinda í dýrum dómum fyri tað, tí hvør einasti steinur skal koyrast á okkara vegum ígjøgnum okkara bý. Leysliga mett skulu yvir 60.000 tungir lastbilar, annan vegin lessaðir við gróti, koyra aftur og fram ígjøgnum býin.

Helst verður leiðin løgd fram við Skúlanum á Fløtum, eftir Marknagilsvegnum og fram við Glasi, so hesir bilar fara at dálka og larma um allan býin, samstundis sum teir fara at slíta vegirnar upp. Hetta er umhvørvisdálking, sum vil nakað, hóast dúgliga verður rópt um, hvussu grønt alt skal vera.

Fyri ikki at tosa um trygdina hjá skúlabørnum og ungum lesandi, sum eru tann bleyta ferðslan á júst vegateininum, grótið skal koyrast eftir. Men eisini eldri og onnur, ið ferðast til gongu ella kanska á súkklu, skulu royna at ansa eftir sær sjálvum mitt millum tungu lastbilarnar. Hetta verður ikki gott!

Eftirmeting má til

Vit hava brúkt nógvar tíggjutals milliónir krónur fyri at fáa grót av Glyvursnesi til stóru havnaútbyggingina. Nú hevði verið lagað manni at hildið fram á Gomlurætt við gróti frá Sandoyartunlinum, so vit har kundu fingið eitt stórt, gott og bíligt ídnaðarøki.

Í grundin var alt klárt, tí tekningar vóru gjørdar og grótið skuldi bert flytast fáar metrar, so kundi Tórshavnar kommuna fingið óendaliga nyttu burtur úr tí. Tað einasta, ið skuldi til, var vilji og støðutakan, so høvdu vit alt hetta grótið. Men býráðsmeirilutin hevði hvørki og sá ongar møguleikar – bara forðingar.

Vælvitandi, at meirilutin hevur spilt møguleikan burtur, so vil Javnaðarflokkurin vil gera alt fyri gera skaðan so lítlan sum gjørligt. Til dømis er upplagt, at grótið verður siglt til Runavíkar, og ikki koyrt, so vit kunnu sleppa undan øllum slitinum av okkara kommunalu vegum.

Men haraftrat vilja vit eisini hava eina veruliga eftirmeting av hesum syndarliga máli. Vit vilja hava lýst leiklutirnar hjá Búnaðarstovuni, Tunnilsfelagnum, Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu, Friðingarnevndini og Yvirfriðingarnevndini.

Hetta hava borgarar í Havn krav uppá, tí tað eru teir, sum fara at rinda prísin fyri arvin eftir býarstýrið síðstu fýra árini, sum bara í hesum førinum verður 60.000 tungir lastbilar í havnargøtum!

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin