Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv05. oktober 2020
Kristianna W. Poulsen

Atkoman skal dagførast

Sum høvuðsstaður hevur Tórshavnar kommuna sanniliga skyldur at røkja. Mótvegis menniskjunum í kommununi. Og mótvegis teimum nógvu gestunum, sum hvønn einasta dag koma higar at vitja. Ein av hesum skyldum er at syrgja fyri góðari atkomu í orðsins breiðastu merking.

Kommunuval 2020

Í okkara høvuðsstaði skal vera møguleiki hjá øllum at koma inn í bygningar. At koma upp á aðru og triðju hædd. At koma trygt yvirum vegirnar, eisini fyri tey, sum ikki síggja, men hava tørv á at hoyra tað, sum ljóskurvarnar lýsa. Fyri nógv er tað ein fyritøka at fara um ein kant framvið vegjaðaranum. Gongubreytirnar eru ikki nóg atkomuvinaligar, ella eru tær í ov ringum standi.

Atkoma skal raðfestast høgt í kommununi. Í byggivirksemi og í vegagerð. Eisini fyri blind og sjónveik skal tað vera trygt og ómakaleyst at ferðast og at virka her. Deyv og tunghoyrd skulu heldur ikki snýtast fyri at vera við, tí tað skal bera til at bíleggja teknmálstulking ella skrivitulking, tá kommunan skipar fyri almennum tiltøkum. Og at stríðast við orðblindni kann sanniliga vera avmarkandi fyri atkomuna, sum fyri okkum onnur er ein sjálvfylgja, og eisini her skulu vit finna rættar loysnir.   

Vit eru skjótt í 2021, so atkoma eigur at vera ein sjálvfylgja. At dagføra atkomuna í orðsins breiðastu merking er eitt av mínum politisku málum, sum eg vil raðfesta, um eg fái møguleikan.

Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið 2020