Tíðindi05. juni 2020

Aðalfundur, politiskt kjak og hugnaligt prát

Eitt av mongu tiltøkunum, ið vórðu tikin av skrá, tá Covid19 legði stóran part av heiminum lamnan, var lýsti aðalfundurin hjá Suðuroyar Norðara Javnaðarfelagi. Nú hildu okur, at ráðiligt var at hittast og settu fundin aftur á skrá.

Á leið 40 fólk høvdu í kvøld leitað sær í Fylking. Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður í SNJ, greiddi frá virksemi felagsins síðan seinasta aðalfund. Hann rósti nevnd, floksskrivstovu, floksleiðslu og ikki minst limunum fyri sera gott samstarv. Tvey val hava verið hetta tíðarskeiðið, og nevnd og valevni hava merkt stóra stuðulin frá okra sterka baklandi. Øll úrslit hava ikki verið, sum okur vildu ynskt, men okur hava sjálvsagt ikki mist mótið og halda á at stríðast fyri rættvísa vælferðarsamfelagnum fyri okum øll.

Á fundinum í kvøld, har fólk sjálvsagt fingu møguleikan at kjakast um ymisk viðkomandi evni, vóru eisini formaðurin og næstforkvinnan í Javnaðarflokkinum. Aksel V. Johannesen, formaður, greiddi m.a. frá arbeiðinum í landspolitikki, hvat arbeitt verður við í løtuni, og hvørjar ætlanir eru fyri framman. Aksel svaraði eisini spurningum frá fundarfólkinum.

SU – ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum var eisini umboðað á fundinum. Rói Dam Dalsgarð, formaður, heitti á fundarfólkið um at eggja ungum at gerast virkin í lokalfelagnum her suðuri, SU Suður.

Millum fundarluttakararnar vóru eisini Súsanna Bertholdsen, Kristina Roest og Bjarni Hammer, løgtingslimur, ið øll trý umboða Javnaðarflokkin í Tvøroyrar kommunu.

Nevndarval var sjálvsagt eisini í kvøld. Kassameistarin, Erolf Olsen, og nevndarlimurin, Elvis Leo, valdu í kvøld at takka fyri seg. Takk fyri tykra íkast til nevndararbeiðið farnu tíðina.

Á viðløgdu myndini mangla Cecilia Nolsøe Poulsen, nýggjur kassameistari, og varalimirnir Nita Næs og Barbara Brattalíð Hammer.

Hesi manna nú nevndina í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelagi:

Formaður: Jens Arni Leo Hammerfoss

Næstformaður: Tim Wentzlau

Skrivari: Annika Eidesgaard

Kassameistari: Cecilia Nolsøe Poulsen

Nevndarlimir: Súsanna Bertholdsen, Annika Pearce og Eir Jógvansdóttir Norðberg

Varalimir: Nita Næs og Barbara Brattalíð Hammer

Okur takka fundarluttakarum, bæði limum og gestum, fyri góðan fund í kvøld.