Jóhannis Joensen
21. mars 2023
Jóhannis Joensen

Betri fólkaheilsa styrkir samfelagið

Vit hava onga fólkuheilsuætlan gjørt síðani 2006, vísir Jóhannis Joensen á. Hann hevur sett Margit Stóra, landsstýriskvinnu í Heilsumálum, fyrispurning um, hvørjar ætlanir hon hevur á fólkaheilsuøkinum.

Endamálið við eini fólkaheilsuætlan er at geva boð uppá, hvussu vit øll kunnu gerast sunnari við góðum matvanum og rørslu. Fólkaheilsuráðið hevur leingi ávarað um, at føroyingar hava alsamt ringari matvanar og røra seg ov lítið. Trupulleikin stendur við og versnar, vísir Jóhannis Joensen á.

- Vit hava onga fólkuheilsuætlan gjørt síðani 2006, vísir hann á, og hevur sett Margit Stóra, landsstýriskvinnu í Heilsumálum, fyrispurning um, hvørjar ætlanir hon hevur á fólkaheilsuøkinum.

- Vit vita, at ringir matvanar og ov lítil rørsla hongur saman við álvarsomum sjúkum sum krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur, sigur Jóhannis Joensen. Ein betri fólkaheilsa gagnar sostatt ikki bara tí einstaka, men øllum samfelagnum, leggur hann afturat og vísir á manglandi haldføri í búskapinum sum millum annað stendst av einum stórum tørvi á heilsu- og sjúkrarøkt. 

- Búskaparráðið hevur leingi ávarað um manglandi haldføri í búskapinum. Víst hevur verið á, at fyribyrgjandi innsatsur á heilsuøkinum kann betra um búskaparliga haldførið upp á sikt. Jú sunnari vit eru, tess minni sjúk eru vit, og tess minni verður tørvurin á sjúkrarøkt, skrivar Jóhannis Joensen í fyrispurninginum til Margit Stórá.