Tíðindi23. februar 2021

Breið semja um fuglateljingar

Uppskotið hjá Jóhannisi Joensen og Ingilín Didriksen Strøm, um at skipa javnar fuglateljingar, varð einmælt samtykt í løgtinginum í dag.

- Tað er altíð gleðiligt, tá samgonga og andstøða standa saman, og eg fegnist um, at tað eydnaðist okkum at fáa breiða undirtøku fyri hesum málinum, sigur Jóhannis Joensen.
 
Seinastu árini er talið av heiðafugli og svartfugli minkað rættiliga nógv kring Føroyar, og ymiskar frágreiðingar eru um, hví so er. Fyri at fáa staðfest, hvussu stórt talið er av ymsu fuglasløgunum, løgdu Jóhannis Joensen og Ingilín Didriksen Strøm upp uppskot um fuglateljingar. Í Føroyum hevur bert ein landsskipað fuglateljing verið. Hendan var í 1981 av heiðafugli.
 
- Vit skulu tryggja, at burðardygd er lykilin til alla veiðu - eisini fuglaveiðu, vísa tey bæði á.