Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv29. oktober 2020
Kristianna W. Poulsen

Bústaðarmøguleikarnir skulu dagførast

Sum heild er neyðugt við nógv fleiri bústaðarmøguleikum, og øll bygging í kommununi skal handfarast við eini burðardyggari býarplanlegging fyri eyga.

Kommunuval 2020
  • Kommunan skal taka stig til eitt gott samstarv við Bústaðir um at byggja leigubústaðir, tí tað skal vera gjørligt at leiga, og ikki bara eiga. Leigan skal vera til at gjalda, eisini hjá støkum og lágløntum.
  • Fólk við serligum tørvi skulu hava atgongd til bústaðir
  • Leigubústaðir skulu byggjast til fólk, sum eru 60+
  • Kommunan skal saman við Bústøðum standa fyri at byggja bústaðir til ung undir útbúgving
  • Kommunan skal seta eitt lutaíbúðarfelag á stovn og saman við Bústøðum byggja lutaíbúðir

Visjónin fyri ein livandi høvuðsstað í 21. øld má vera, at bústaðarmynstrið er júst so fjølbroytt, sum vit ynskja, at høvuðsstaðurin skal vera. Fyri yngri og eldri, fyri múgvandi og láglønt, fyri fólk við serligum tørvi, fyri støk og pør, fyri fólk undir útbúgving og á arbeiðsmarknaðinum, fyri tilflutt og innfødd. 

Har gott fólk er, kemur gott fólk til, og fólkatalið í høvuðsstaðnum er vaksið nógv seinastu árini. Hetta setir krøv til útboðið av bústøðum, og hetta setir krøv til, hvussu kommunan umsitur bústaðarbyggingina. Tí skal Byggideildin í Tórshavnar kommunu hava ta neyðugu starvsfólkaorkuna til at taka sær av økinum.

Vit skulu hava eitt nógv fjølbroyttari úrval av bústøðum, sum EISINI fólk við lágum og miðalinntøkum, og ikki minst støk kunnu rinda. Bústaðir, har tey kunnu búgva, so leingi tey vilja, og har tey ikki noyðast at dúva uppá náði hins, ið eigur.

Tíverri er sosiali profilurin hjá høvuðsstaðarkommununi viknaður nógv seinastu árini, og hetta rakar meint hjá fleiri. Ikki minst hjá fólki, sum leita eftir einum heimi. Langt er ímillum líkinda møguleikar, og kostnaðurin at fáa taka yvir høvdið er ovurstórur, og ein torfør uppgáva hjá menniskjum, sum ikki hoyra til tey múgvandi, ella sum ikki longu eru á bústaðarmarknaðinum. Hetta er eingin virðilig støða fyri vaksin fólk í einum vælferðarsamfelag, har góðir bústaðir eiga at vera ein grundleggjandi súla.

Økið uttanum bústaðirnar skal eisini vera væl fráfarið. Børnini skulu hava pláss og tryggleika til at spæla úti, og vaksin skulu hava umstøður til at njóta nærumhvørvið. Og ja, parkeringin skal sjálvandi eisini vera í lagi.

Sum heild er neyðugt við nógv fleiri bústaðarmøguleikum, og øll bygging í kommununi skal handfarast við eini burðardyggari býarplanlegging fyri eyga.

Hesum vil eg virka fyri, um eg fái møguleikan eftir 10. november.

Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin