Jóhannis Joensen
Tíðindi24. august 2021
Jóhannis Joensen

Bygdaleiðir skulu vera fyri øll - eisini rørslutarnað

Tað er gott, at vit hava keypt nýggjar og væl útgjørdar bussar til Bygdaleiðir, men dømi eru um, at undirlendið, har koyristólar skulu úr og í bussar, ikki er egnað til endamálið. Tað staðfestir Jóhannis Joensen og hevur tí sett landsstýrismanninum fyrispurning um málið.

Á heimasíðuni hjá Bygdaleiðum stendur slagorðið “Nýggjari, grønari og rúmligari”. Hetta er eitt gott slagorð, sum eigur at betra um tænastuna hjá øllum borgarum í landinum, sum nýta almennu bussleiðirnar.

Spurningurin er, um umstøðurnar at koma í og úr bussunum eru nóg góðar allastaðni, og um bussarnir eru gjørdir klárir til, at koyristólsbrúkarar kunnu nýta bussleiðina. 

- Øll í okkara samfelag eiga at hava somu rættindi at nýta almennar tænastur. Bygdaleiðir skulu vera fyri øll at nýta – eisini rørslutarnað, sigur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður.