10. mai 2022

Christina K. Hansen vitjar Javnaðarflokkin

Hon verður ein av gestarøðarunum á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum tann 21. mai á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Christina Krzyrosiak Hansen er sosialdemokratiskur borgarstjóri í Holbæk. Í 2017 bleiv hon sum bert 25 ára gomul yngsti borgarstjóri í Danmark nakrantíð. Á kommunuvalinum í 2021 bleiv hon endurvald við heili 46% av atkvøðunum í Holbæk. Tað er met.

Spátt verður, at Christina Krzyrosiak Hansen hevur eina bjarta framtíð í bæði kommunu- og landspolitikki í Danmark, nú hon megnaði at endurvinna borgarstjórasessin í Holbæk. 

Á landsfundinum verður eisini politiskt orðaskifti, og Aksel V. Johannesen heldur formansrøðu. Landsfundurin byrjar leygarmorgunin 21. mai kl. 09:00 við morgunmati. Smyril siglir úr Havn fríggjakvøld kl. 18:30 og leygarmorgun kl. 07:00.  

Les meira um landsfundin her: https://www.j.fo/tiltoek/landsfundur-og-veitsla-2022

Javnaðarflokkurin