11. mars 2026

Edith stillar upp

Eg eiti Edith Dahl Jakobsen, eri 38 ár, fødd og uppvaksin í Havn og búsitandi á Villingadalsvegnum saman við manni mínum Allan Tausen og hundi okkara Hektor.
Eg eri útbúgvin cand.mag. í tónleikavísund, og til dagligt undirvísi eg í sangi og kóri í Tórshavnar musikkskúla. Eisini eri eg samskipari av útbúgvingini Musikkskúlamiðnám.
Í frítíðini fáist eg nógv við at skriva og spæla tónleik. Eisini dámar mær væl at ganga túrar í okkara vøkru náttúru, og sum hundaeigari eri eg úti í øllum veðri.
Eg havi játtað at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, tí at eg ynski at gerast ein aktivur partur av arbeiðnum fyri eitt samfelag í sosialari javnvág uttan mun til kyn, aldur, uppruna, átrúnað ella aðra lívssannføring. Vit eiga at vísa samhaldsfesti – bæði her á landi og úti í heimi – og standa saman um virðingina fyri tí einstaka. Mentan, skúli, javnstøða og umhvørvið eru míni stóru hjartamál, men eg kann vissa tykkum um, at eg fari forvitin inn í øll mál, og eg geri mær ómak.
Hava tit spurningar til mín, eru tit vælkomin at ringja ella skriva:
Tlf. 284968
T-postur: edith@dahl-jakobsen.com
Við Javnaðarkvøðu,
Edith