03. mai 2023

Eigur at verða smidligari hjá pensjónistum at fara til arbeiðis

Tað er ikki nøkur løtt uppgáva sjálvur at rokna út, hvussu nógv skal rindast í skatti. Tað eiga vit ikki at áleggja pensjónistunum, sum hava hug og heilsu at arbeiða, sigur Hans Jacob Thomsen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.

Tá tú ert pensjónistur og hevur hug og heilsuna at arbeiða, skal tað ikki vera óneyðuga stríggið. Sum skipanin er nú, skulu pensjónistar sjálvi rokna út, hvussu nógv tey skulu rinda í skatti, tá árið er av. Ta uppgávuna eiga vit ikki at áleggja teimum, sigur Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. 

“Bæði fyri arbeiðsmarknaðin, ið tørvar arbeiðsmegi, og fyri trivnaðin hjá okkara eldru borgarum, er tað gott at gera tað so ómakaleyst sum gjørligt hjá pensjónistum at fara til arbeiðis”, sigur hann. 

Tí spyr hann nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum, um tað ber til at mótrokna pensjónina mánaðarliga heldur enn árliga.

“Við verandi skipan verður pensjónin mótroknað árliga, og sostatt fáa pensjónistarnir eina skattarokning eina ferð um árið, heldur enn at fáa hana mánaðarliga”, sigur Hans Jacob Thomsen. 

Hann heldur, at hendan mannagongdin kann minka um hugin hjá pensjónistunum at geva sítt íkast til arbeiðsmarknaðin. 

“Hóast tað ber til at fylgja við og sjálvur rokna út, hvussu nógv skal gjaldast aftur, er hetta ikki nøkur løtt uppgáva”, sigur hann. 

Hans Jacob Thomsen heldur, at vit áttu at skipað tað soleiðis, at mótrokningin fór fram leypandi gjøgnum árið.

“Um pensjónin verður mótroknað leypandi, vil pensjónisturin ikki merkja mótrokningina í sama mun, sum tá hon verður uppgjørd einaferð um árið, og vandin fyri at fáa rokning, tá árið er liðugt, verður væl minni. Hetta hevði tí eisini eggjað pensjonistum at arbeiða meira, tí ræðslan fyri at náa markið fyri, nær inntøkan verður mótroknað í pensjónini, helst hevði minkað”, leggur hann afturat.