28. november 2025

Eina felags kós fyri heilsuøkið

Heilsupolitikkurin fyri Føroyar er nú almannakunngjørdur og handaður Súsannu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

- Hetta er ikki ein ætlan, sum bert leggur upp til fleiri og dýrari tænastur. Politikkurin leggur eina ætlan fyri, hvussu heilsuøkið gerst haldført og burðardygt, sigur Súsanna Betholdsen, nú hon hevur fingið handað fyrsta føroyska heilsupolitikkin. 

Hetta er fyrstu ferð, at ein so víðfevnd og langskygd kós verður løgd fyri heilsuøkið í Føroyum, og heilsupolitikkurin verður mettur at fáa stóran týdning fyri menningina av heilsuverkinum og fólkaheilsuni komandi tíggju árini. Súsanna leggur aftrat:

- Vit skulu fyribyrgja sjúku, betra samstarvið um sjúklingin og taka stig, sum fáa heilsuverkið at virka sameint og meir skynsamt. Tað er neyðugt, um vit skulu klára tann vaksandi tørvin á heilsutænastum frameftir.

Les meira um Heilsupolitikkin HER