Tíðindi21. august 2020

Eldraøkið má eftirmetast sum skjótast

Eldraøkið skal eftirmetast í ár, men arbeiðið verður útsett aftur og aftur. Nú ótolnast Heðin Mortensen, og tí hevur hann sett landsstýriskvinnuni við almannamálum ein fyrispurning. Hann vísir á, at tørvur er á batum á økinum.

Eldraøkið hevur síðan 1. januar 2015 verið umsitið av kommununum, og landsstýrisfólkið við almannamálum hevur havt eftirlit á økinum vegna løgtingið. Tá økið varð lagt út til kommunurnar, varð ásett, at lógirnar, sum skipa eldraøkið, skuldu endurskoðast fimm ár seinni. Í ár eru fimm ár liðin, men framvegis er eingin eftirmeting gjørd. Í §52 fyrispurningi til landsstýriskvinnuna í juni mánaði, spurdi Heðin Mortensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, eftir eftirmetingini, og svarið frá landsstýriskvinnuni var, at innleiðandi fundir høvdu verið, men at arbeiðssetningurin ikki var klárur. Tí hevur hann nú sent landsstýriskvinnuni ein uppfylgjandi fyrispurning.

- Hetta við eftirmetingini blívur við at blíva útsett, og tí spyrji eg, nær hetta verður gjørt. Vit síggja og hoyra dag og dagliga um stóra tørvin á starvsfólkum á eldraøkinum, og í síðsta enda gongur tað út yvir tænastuna hjá okkara gomlu borgarum. Hetta má ikki henda og serliga í hesum døgum, hvar vit eiga at leggja serliga stóra orku í at tænastan og umsorgan av okkara gomlu er greið nokk. Vónandi hevur landsstýriskvinnan eina skjóta eftirmetingarskipan, sum kemur at gagna, sigur Heðin Mortensen.

Mortensen vísir á, at tørvur m.a. er á at fáa staðfest, hvørt afturberingarleisturin er nøktandi, um markamótini millum kommunur og millum land og kommunur eru nóg greið, um kommunalu samstørvini virka eftir ætlan, so tey eldru fáa nøktandi tænastur um alt landið, um normeringin er nóg høg og um starvsfólkaviðurskiftini eru í lagi.

Fyrispurningurin kann lesast her: tinyurl.com/y38lbraw