Jóan Pauli Dahl Jakobsen
Lesarabræv06. oktober 2022
Jóan Pauli Dahl Jakobsen

Er nakar meira føroyingur enn nakar annar?

Fólkatingsval 2022

Føroyar munnu vera einasta stað, har tørvurin at undirstrika sín tjóðskap er so stórur. Keyp føroyskt, hugsa føroyskt og vel fyri alt í verðini ”eina føroyska rødd á fólkating”. 

Men so er spurningurin: Hvat skal hendan føroyska røddin gera á fólkatingi?

Skal hon brúka sessin sum politiskt jarnbrot fyri at loysa frá Danmark? Sjálvandi ikki. Tann avgerðin skal takast í Føroyum. Skal loftrúmið yvirtakast úr einum fólkatingssessi í Danmark? Heldur ikki.

Skal hon brúkast til at fortelja dønum, at Føroyar eru eitt serstakt land við egnari megi? Tað kann mann gott. Men tað flytur ikki ordiliga nakað. Tað gevur okkum ikki ein tumma afturat av sjálvsræði. Heldur ikki størri sjálvsvirðing.

Skal sessurin brúkast til at binda okkum enn tættari upp í danskan politikk, sum onnur vilja? Ella til at gleðiliga takka og bukka fyri donskum ætlanum? Sjálvandi ikki. Og hann skal heldur ikki nýtast sum eitt teppi undir donskum uttanríkispolitiskum avgerðum.

Mann skal tala at, tá tað er neyðugt. Men mann skal eisini skilja, at tað er ikki altíð, at Danmark skilur okkum. Tí vit eru ymisk lond. Vit hava ofta ymisk áhugamál.

Ofta er uppgávan tí rættiliga einføld: Tað snýr seg um at greiða frá. At fáa onnur at skilja.

Ikki hvørji vit eru. Ikki hvussu elendigt alt er. Men hvat vit vilja. Og hví vit vilja tað, sum vit vilja.

Tað er avbjóðingin. Tað er mátin at loysa upp fastlæstar støður. Og skapa úrslit. 

Eg haldi ikki, at tað er neyðugt hjá nøkrum politiskum flokki at varpa út, at flokkurin er føroyskur. Tað sigur seg sjálvt. Og føroysk áhugamál hava verið rættiliga væl umboðað av Javnaðarflokkinum á fólkatingi seinastu mongu árini. 

Orsøkin er kanska, at vit hava ikki so stóran tørv á at undirstrika tjóðskap allatíð. Vit hava ikki allatíðina tørv á at endurtaka, hvørji vit eru. 

Og tí fáa brúkt tíðina til onnur mál.

Millum annað ítøkilig mál, har føroyskir borgarar enda millum danskar og føroyskar stólar. Har skipanin gloymir, at tað finnast tvey fólkasløg og tvær skipanir.

Men eisini stórpolitisk mál, har Javnaðarflokkurin søkir kunning og ávirkan. Har vit altíð royna at tryggja, at avgerðirnar ikki verða tiknar uttan um føroyskar myndugleikar.

Úrslitið er altíð fleiri úrslit. Heldur enn snakk. 

Tað arbeiðið eigur at halda fram.

Jóan Pauli Dahl Jakobsen, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin